Hitler  eitt eindømi

Nú um dagarnar kappast bæði søgufrøðingar og ummælarar um at hálova endurútgávuni av ævisøguni Adolf Hitler  et politisk portræt eftir Sebastian Haffner.

Sjálvt um bókin kom út fyrstu ferð fyri á leið 30 árum síðani, er tað onki sum bendir á, at hon er minni aktuell. Heldur enn at síggja Hitler, sum eitt úrslit av søguni, er portrettið ein greining av persónsmenskuni hjá Hitler. Sambært Haffner vóru tað sermerktu persónligu eginleikarnir hjá Hitler sum vórðu avgerðandi fyri, hví hansara leiklutur fekk tær avleiðingar, tær fingu.
Í einum ummæli vísir Tøger Seidenfaden á, at Hitler er eitt negativt dømi um, at einstøk menniskju í allar størstan mun kunnu avgera søgunnar gongd. Harvið er kjarnin í bókini, at søgan á ongan hátt fylgir eini fastlagdari ætlan ella letur seg spáa um, men allatíðina verður skapað av felags og einstøkum valum.
Søgan endurtekur seg ikki, og Hitler var eitt eindømi. Kortini heldur Seidenfaden endurútgávuna vera sera hóskandi. Okkara tørvur á at skilja ta nazistisku vanlukkuna er ikki vorðin minni, nú nationalpopulisman í breiðastu merking aftur spælir ein týðandi leiklut í europeiskum politikki. Og lýsingin av Hitler minnir okkum á ein óhugnaligan hátt á, at tað sjáldan ber til at spáa um úrslitið.

Sebastian Haffner, Ammerkungen zu Hitler,
Umsett: Christian Kock, Adolf Hitler  et politisk portræt,
GB Forlagene, 2005