Síðani 1939 hevur Adolf Hitler verið heiðursborgari í eysturríkska býnum Amstetten, men soleiðis er ikki longur. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Amstetten kendur um allan heim orsakað av málinum við Josef Fritzl, sum misbrúkti dóttir sína og fekk sjey børn saman við henni.
Í seinastuni hevur býurin aftur verið til umrøðu víða, eftir at tað er komið fram, at Adolf Hitler hevur verið heiðursborgari hjá býnum síðani 1939, og at hetta ongantíð er broytt.
Ta umrøðuna vildi býráðið hava av vegnum, og tí samtykti býráðið í gjárkvøldið at taka heiðursheitið frá Adolf Hitler. Men avgerðin fekk ikki fulla undirtøku í býráðnum, tí tveir býráðslimir hjá tí høgrasinnaða Frælsisflokkinum atkvøddu ímóti.