Nýggjar kanningar benda á, at Adolf Hitler var vitandi um, at starvsfelagi hansara Rudolfs Hess ætlaði sær á ta søguligu flogferðina til Bretlands tann 10. mai í 1941. Líka síðani heimsbardagan hevur verið gitt, hvør veruliga ætlanin hjá Hess var, men tey flestu hava hildið, at ørindini vóru at royna at fáa frið við Bretland, men at hann ikki hevði sagt Hitler frá.
Nú skrivar týska tíðarritið Der Spiegel, at søgufrøðingar hava funnið skjøl í russiska ríkisskjalasavninum, og at sambært teimum visti Hitler alt um ætlanina hjá Hess og flogferð hansara. Upplýsingarnar standa í einari frágreiðing, sum ein hjálparmaður hjá Hess, Karl-Heinz Pintsch, skrivaði í 1948, tá hann var fangi hjá russum.
Í frágreiðingini skrivar hjálparmaðurin, at Hess fór til Bretlands fyri at royna at fáa Bretland at koma í part við Týsklandi ímóti Sovjetsamveldinum, sum Hitler júst hevði gjørt av at leypa á. Men bretar søgdu nei og settu Hess í fongsul. Hann endaði seinni sum krígsfangi í Týsklandi, til hann beindi fyri sær í Spandau-fongslinum tann 17. august í 1987.