Tórbjørn Jacobsen
So lítið av gjøgnumskygni er nú í bankamálinum, at tað mest av øllum er farið at líkjast spælinum krógva og blunda. Samgongan krógvar og blundar aðrumegin, meðan andstøðan og fólkið hinumegin roynir at finna útav, um Bárður Nielsen, við heimildini frá løgtinginum, er í ferð við at forera bankan hjá fólkinum burtur til nøkur fá kapitaláhugamál. Fyri at kyrra fjøldina eitt sindur, sleppur eitt sløð av henni, í frægara bemidlaða endanum, at gera kvettið, sum búskaparfrøðingurin Thomas Dam, so hegnisliga sigur tað í grein í Dimmu og Sosialinum fríggjakvøldið.
Alt tóktiskt vera komið undir land. Landsstýrismaðurin stóð víðgyrdur við skotpallin, avfýringarrampuna, búgvin at trýsta á søluknøttarnar. Bráðliga trínur ein gætin berserkur undan væðingini, og brúkar sum borgari sín sjálvsagda demokratiska rætt til at siga, at keisarin er nakin. Sjónarmiðið hjá Oskarssyni festi í fjúsið hjá Bárði Nielsen. Framman fyri andaliga altarinum, sjónvarpinum, sat øll tjóðin og eygleiddi opna stríðið ímillum borgaran og ministaran. Tá kom øði í grindina. Fjølmiðlarnair høvdu fingið nartlað eitt hol í kíkaroðið, og síðani hevur alt málið fylgt eini logiskari slóð.
Nakað av gruggi og yvireksponering av smáputli hevur darvað sýnisfeltinum millum eigaran og teir, sum eru í holt við at selja fyri fólkið. Eitt nú ein fundur, sum varð hildin úti í Fíggjarmálaráðnum í páskavikuni. Har allir partar í sakini vóru umboðaðir. Í svarinum upp á ein fyrispurning í tinginum er niðurstøðan hjá landsstýrismanninum, at ongin fyritøka, sum møguligur keypari, varð varpað upp á bróstið á fundinum. Hesa niðurstøðuna hevur hann síðani kíkað í seg aftur við høvdi og gørnum. Og minnist til, at hann fekk fyrispurningin meira enn ein sólarring – 26 tímar - áðrenn tingviðgerðina. Táið man situr við einum heilum administrativum apparati sær til hjálpar, í gott og væl eitt samdøgur, so er tað ikki av tilvild, at man sleingir slík ósannindi út um allar geilar. So hevur man eina tilvitaða ætlan um at grugga.
Nú er málið farið at snúgva seg um, hvør lýgur ella ikki. Nú veit eg av góðum grundum ikki hvussu Bárður Nielsen anatomiskt er innrættaður. Onkuntíð ivast ein í, um hann er í slekt við Golem, eftirgjørda gýðingin í Prag, sum bara fekst at ganga tann vegin, hann varð sendur, tó við tí eykadimensión, at ein bandspælari er opereraður inn í hann, sum ymsu áhugamálini, serliga tey sterku, kunna trýsta on og off á, alt eftir hvørjum endamáli tað nú einaferð skal tæna. Meðan lobbyin lempar undir ketlarnar, soleiðis at samgongan kann mjørkaleggja feltið ímillum fólkið og kapitaláhugamálini, er skjøtil settur á tað, sum meira og meira er farið at líkjast einum bankaráni.
Eri flintrandi líka glaður við, hvør ið keypir hendan bankan, men hann skal seljast soleiðis, at eigarin fær rætta prísin, og hann skal undir ongum umstøðum forerast burtur. Nú sigur landsstýrismaðurin seg onki hava sæð á hesum nú so famøsa fundi, ið hann sum at kalla einaaktionerur hevði stevnt okkum inn til fyri at greiða turbolensin úr aftur málinum. Maðurin, sum hevur fingið heimildina frá løgtinginum, sigur seg nú ikki vita, hvørjum hann selur bankan, hóast hann sigur seg vera kláran at trýsta á søluknøttarnar. Um tað er ein samansvørjing millum samgonguumboðini á fundinum, ella Bárður hevur tikið Kaj Leo, Annfinn og Kristian til gísla av tingsins røðarapalli, tað veit eg av góðum grundum ikki. Og tað fáa vit ongantíð at vita. Hesum forðar deyðspaktin millum Fólka- og Javnaðarflokkin fyri. Okkurt bendir tó á, at Bárður Nielsen hevur tey heilt sjáldsomu evni at vera við í kjaki, ímeðan hann blundar og letur lúkuna aftur í oyraganginum. Ella svav hann, fekk hann sær ein lúr, evsti ábyrgdarmaðurin, á fundinum, har alt skuldi fáast á beint aftur, uttan at vit aðrir varnaðust tað? Veit at sildin stendur og svevur, fólk kunna sita og sova, og tosa í ørviti, men máti skal vera við, serliga á einum somikið konsentreraðum fundi sum hesum.
Kaj Leo var maðurin sum setti hol á búldin. Fyrsti maðurin sum varnaðist serliga smáu bókstavirnar, enntá skrivaðir í kursiv, har skrivað varð, hvussu man ætlaði at skrúva fíggjarligu íleggjararnar saman, og hvussu ætlanin var at favorisera føroyskar fíggjarligar íleggjarar. Hann íbirti eitt kjak, sum m.a. fekk landsstýrismannin at spyrja Eyðun á Rógvu fyri Fíggingargrunnin, hví løgtingssamtyktin var tulkað á henda hátt, táið ongar beinleiðis ásetingar eru um hetta í uppskotinum til samtyktar. Eyðun segði síðani, at hetta høvdu teir gjørt, tí at soleiðis hildu teir at politisku signalini skuldu skiljast. Síðani fingu vit viftuna av fyritøkum upp á bróstið. Tjaldur, 14, Lív og TF Holding í føroysku viftuni og ATP, LD, PKA, PFA, AXA, Fidelity, Lazardus v.m. í útlendska partinum. Hevur landsstýrismaðurin ikki varnast hetta í heita kjakinum, so kann hann sjálvandi hava blundað og hildið fyri oyruni ta løtuna. Ein sjón sum onkuntíð sæst í djóragørðum, táið ótti kemur á, og satt at siga, so nágreiniliga eygleiddi eg hann nú heldur ikki. Og er hann so sløvur, dølskur, at hann ikki hevur fingið tað við, tá eigur hann at vera skiftur út umgangandi. Tá er hann undir øllum umstøðum totalt óegnaður at standa fyri søluni av fólksins ognum. Kaj Leo er noyddur at verja sín landsstýrismann og heilaga alliansan ímillum sannleikavitnini Annfinn Kalsberg og Kristian Magnussen, hon heldur yvir hólar og heygar - inn í deyðan. Nú hoyrdu vit so Kristian Magnussen fyri Javnaðarflokkin siga tað, í sjónvarpinum, at bankasølan var ikki eitt mál, sum hvør Hanus og Janus skuldi blanda seg uppí, tað skuldi ein eksklusivur klubbi nokk taka sær av. Millum reglurnar skuldi eigarin bara sjúgva seg burtur og halda fingrarnar vekk frá hesum málinum – hetta er Javnaðarflokkurin anno 2007. Og alment stuðlaða socialdemokratiska popp- & planetsproytan í Vágsbotni sær út til at fylgja tropp treytaleyst.
Málið er nú vorðið ein so fúlur fløkjustampur, at steðgast má á. Semja er framvegis um at selja, semja er framvegis um samtyktina, men ivamálini, sum av røttum eru komin í sjóvarmálan, mega greiðast, áðrenn farið verður víðari í málinum. Størsti óttin er, um úrslitið, har landsstýrismaðurin í fleiri syftum hevur verið frammi við tølum, sum fyri teimum flestu tykjast heilt margháttlig, og sum nú fær ein búskaparfrøðing at siga, at keyparin kann ikki gera annað enn kvettið, um hildið verður fram á verandi kós. Í EuroInvestor og í samrøðu í útvarpinum skírisdag sigur Bárður Nielsen greitt frá, at hann roknar við at selja bankan fyri 2 milliardir minus tær 600 milliónirnar hann longu hevur fingið í kassan sum ekstraordinert vinningsbýti. Tvs., at eitt virði á 14 hundrað milliónir skal handlast yvir um skivuna í bankasøluni. Hetta talið stendur upp ímóti bókførdu eginognini á slakar 13 hundrað milliónir krónur. Tað órógvar fólkið og tað órógvar andstøðuna. Tað er onki kynstur at selja krónu fyri krónu. At selja ein 100 krónu seðil fyri 100 krónur. Táið søluvirðið er komið á markið fyri sjálvbodna likvidatión, er ikki tørvur á danskari serfrøði yvirhøvur. Tá er bankin lagdur út sum sjálvtøkuborð fyri hund og heyk. Og tey flestu spyrja seg sjálvi og onnur, hví munurin er so stórur í sølupotentialinum í Eik Banka og Føroya Banka. Hin fyrri hevur 2,6 milliardir at selja, ímeðan fólksins banki sambært landsstýrismanninum einans hevur einar 100 milliónir at selja. Tvs. at virksemi, leiðsla, starvsfólk, kundar, vinnukundar, know-how, goodwill o.a. eru hálva triðju milliard meira verd í Eik-Bankanum enn í Føroya Banka. Sambært marknaðinum er gamli Sparikassin 3,8 milliardir verdur og sambært landsstýrismanninum er Føroya Banki 1,4 milliardir verdur.
Tí heita vit einaferð enn á landsstýrismannin og samgonguna um at:
heita á Búskaparráðið um at úttala seg um málið.
heita á Landsbankan um at úttala seg um málið.
leggja prospektið og virðismetingina fram.
fáa greiði á, hví Fíggingargrunnurin hevur tulkað samtyktina samsvarandi eksternum politiskum signalum, og ikki soleiðis sum hon er skrivað og samtykt.
um at fáa fult gjøgnumskygni í søluna av Pf. Føroya Banka.
skipa fyri eini hoyring fyri tingmonnum, sum kanska kundi verið sjónvarpað út til eigaran, fólkið, har ið eksternir serfrøðingar opponera mótvegis teimum, sum nú taka sær av søluni.
siga okkum hví tað er so avgerandi neyðugt at selja tveir triðingar av bankanum í øðrum kvartali 2007 (tað stendur onki í samtyktini um hetta).
siga okkum hví landsstýrismaðurin hevur svikið Búskapargrunnin, sum var høvuðsorsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin í heila taki gjørdist ein partur av hesi semjuni.
siga okkum hví frágreiðingin, sum samtyktin byggir á, nú er vorðin óaktuell orsakað av broytingum á marknaðinum.
kalla partarnar saman aftur eftir allýsingina, fyri at fáa bestu loysnina í málinum og frið um gongdina frameftir.
Tað er ikki ferðin á prosessini sum er avgerandi. Úrslitið – og bara úrslitið – er tað sum skal raðfestast fremst. At gera søluna av landsins størsta almenna aktivi til eitt prestisjuprosjekt hjá Bárði Nielsen og samgonguni er óðamannaverk. Tað er eitt brotsverk mótvegis fólkinum sum eigara. Men sjálvandi, alt hevur sínar orsøkir. Selur samgongan bankan í óðum verkum nú, so er einasta orsøkin, at teir mangla likviditet í landskassanum, sum má fáast í skundi, nú fjarað er so mikið, at hann er komin næstan 800 milliónir undir tað, sum ásett er, og vanliga hevur verið hildið fast um, 15% av bruttotjóðarúrtøkuni til eina og hvørja tíð. Tað ræður um at sjabba sær sum frægast burturúr úr hesum valskeiðnum. Svartasta politiska tíðarskeiðið í nýggjari føroyskari søgu.
Næstu ferð landsstýrismaðurin skipar fyri fundi um stórmál, má hann vera meira vaks, ella má hann gera sum Nebukadnezar, fáa onkran at týða dreymarnar fyri seg. Man ikki onkur Beltsazzar finnast í Albert Hall, ein Dánjal, sum kundi lisið honum skriftina á vegginum, ímeðan hann blundar og heldur fyri oyruni. Embætismaðurin m.a., sum man í sínum stilla sinni sat og hugsaði, kanska umboðaði vatnfelagið á Argjum í hesum stóra og avgerandi máli, táið hann útmerkaði seg á fundinum við íkastinum at fylla tvær ferðir á vatnkannurnar, hjá tystu donsku serfrøðingunum, sum, og tað mega vit ikki gloyma, bara hava ein einasta áhuga í hesum málinum, og tað er at fara av aftur landinum við einum so feitum bita sum gjørligt.
Vónandi fer viðgerðin frameftir at snúgva seg um søluna av bankanum og ikki um eygnalokini hjá landsstýrismanninum. Um tey vóru niðurfyridottin ella ikki, ta løtuna møguligu komandi eigararnir av bankanum, sambært Fíggingargrunninum og landsstyrismanninum í eftirrationaliseringini, vórðu varpaðir upp á bróstið úti í Albert Hall.