Hitt elektroniska yvirvaldið

Kæru landsmenn. Eg havi skrivað, at útlendskar »kreftir« hava tikið ræðið í Føroyum.

Hvussu bera tær seg so at við at noyða okkum á knøini???

Harrin minti meg á avguð Máabitta. Hann verður nevndur Viðurstygd Móabs og eitur Kemos(j), sí 1. kong. 11.7 og Esai k. 16.

Tað er tann avgudur, sum hevur mikið vald í dag.

Alt sum hevur við kemi at gera. Tú kanst lesa í lærubókum og leksikon um alt, sum eitur kemi, kemoterapi og annað kemo.

Soleiðis hava teir lagt land okkara undir seg.

Alt, sum hevur við sjón- útvarp, tele-, elektron og teldur at gera verður stýrt av útlendskum »kreftum«.

Og - við at »mata« føroyingar við ymiskum »stoffum«, kemiskum, kunnu teir ávirka okkum gjøgnum impulsir frá tí elektroniska.

Vit halda, at eitthvørt ónatúrligt hendur okkum.

Og - so snýr tað seg um reint teknisk fyribrigdir.

Gjøgnum elektroniskar impulsir fáa teir okkum at kenna eitthvørt hóttandi, t.d. høvuðpínu, ótta, hjartabankan, magailsku ella óvanliga ótilpassaligheit, sum kuldakensla og mangt annað.

Og omaná alt hetta, trýsta teir okkum økonomiskt og hótta við skandalum, avdúkingum, likamligum løstum og eitt óheiðurligt lívlát.

Fyri mær er eingin ivi. Tað er einans við at venda seg til Harran Jesus, at landið kann bjargast.


av Guðs náði kallaður

í Jesusi

Jákup Vang