Tað verður grannauppgerð í Hólmanum á Eiði í kvøld. EB/Streymur fær vitjan av Skála. Umframt at feløgini eru landafrøðiligir grannar, so samstarva tey væl við eitt nú at eiga felagslið í bestu kvinnudeildini.
EB/Streymur er í bestu deildini og harvið favorittur, hóast tað higartil í ár hevur gingið sum eftir ánni hjá Skála, sum er topplið í næstbestu deildini.
Tað eru seks ár síðani, at EB/Streymur og Skála hittust í kappingini um løgmanssteypið. Tað var 2. apríl í 2017, tá ið tað endaði 1-1. Málskjútti hjá EB/Streymi var Dan í Soylu, sum nú umboðar HB, og Ari Olsen javnaði til 1-1. Hann umboðar nú Víking. So var neyðugt við brotssparkskapping, sum EB/Streymur vann 7-6.
Skála hevur ongantíð vunnið steypakappingina, og EB/Streymur hevur vunnið fýra steypafinalur – seinast í 2011.
Í kvøld verður tað greitt, um tað verður EB/Streymur ella Skála, sum fer at halda fram í kappingini og spæla hálvfinalur. Skála var í hálvfinaluni í 2019, og tá var um reppið, at tað eydnaðist skálamonnum fyri fyrstu ferð at vinna seg í finaluni. Víkingur var mótstøðuliðið, og báðir dystirnir endaðu við javnleiki. Á Skála var úrslitið 1-1, og í Gøtu var úrslitið 0-0. Tá var reglan um mál á útivølli galdandi, og tá var tað Víkingur og ikki Skála, sum vann seg í finaluna.
Síðsta ferðin, at EB/Streymur var í hálvfinaluni, var í 2014, og eisini tá var Víkingur mótstøðuliðið. Víkingur vann 4-1 á heimavølli, og EB/Streymur vann 2-0 á heimavølli.
EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 18.00.