Partarnir hittust í morgun klokkan 11, tá semingsmaðurin legði uppskotið fyri partarnar.
Avrátt varð tá, at partarnir skulu hittast aftur klokkan 13 at tosa um semingsuppskotið.
Við Kringvarpið sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, at sjálvt um hann hevur lagt ett nýtt semingsuppskot fyri partarnar, so er støðan ikki tann besta.
– Tað besta hevði verið, um vit saman við pørtunum kundu sitið við borðið og samráðst um tingini, men tað er ikki møguligt í løtuni, sigur semingsmaðurin, sum ikki er serliga bjartskygdur um støðuna, við Kringvarpið.