Hittust til úlvadag

Hósdagin høvdu úlvar í Suðuroynni úlvadag

Hósdagin hittust eini 60 ungir skótar, ella úlvar, sum tað verður rópt, til úlvadag í Vági. Hesir ungu úlvarnir vóru úr Vági og úr endurstovnaða skótaliðnum á Tvøroyri.
Skipað varð fyri úlvakappingum, har tey ungu sluppu at renna eftir postum, har ymsir spurningar skuldu svarast og ymsar uppgávur og kappingar klárast.
Tá hetta var gjørt, lærdu tey ymiskt, ið hevur samband við skótalív og so varð kynt í grillina, so svongu úlvarnir fingu ein heitan bita.