Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, sigur, at tann shiamuslimski uppreistrarfelagsskapurin Hizbollah í Libanon hevur fleiri rakettir, enn flestu lond hava. Robert Gates hevði í gjár fund við ísraelska verjumálaráðharran, Ehud Barak. Aftan á fundin segði hann, at tað er ein hóttan ímóti trygdini í Miðeystri, at Hizbollah hevur so nógvar rakettir.
Amerikanska blaðið Wall Street Journal skrivaði í síðstu viku, at Hizbollah hevur fingið nógvar rakettir frá Sýrialandi.
Sagt varð, at talan er um sokallaðar Scud-rakettir, sum Hizbollah kann skjóta langt inn í Ísrael.