Hjá føroyingum verður altíð neyðugt at sigla

Tíðindaskriv frá Draganum

Øll eru vælkomin at vitja umborð Torradagarnar frá kl. 16 - 19

Vit hava eitt gamalt orðafelli, sum sigur, at “ føroyingurin er føddur við ár í hond ..“

Hetta er neyvan galdandi í dag, men fara vit meira enn 50 ár aftur í tíðina, so var tað óivað rætt. Tá var vanligt, at pápar og abbar rættiliga tíðliga tóku dreingirnar við á flot fyri at læra teir at rógva, fiska, at hava ættarskil og læra teir at hava skil á streymi. Sum 14 ára gamlir fóru teir ofta til skips, har teir gomlu lærdu teir vanligan sjómansskap, og soleiðis gjørdist teir seinni til skilamenn á sjónum.

Hóast føroyska samfelagið er fullkomiliga broytt á nógvan hátt, - og føroyingurin við - so verður tað eisini í framtíðini neyðugt hjá føroyingum at sigla. Tí noyðast vit í dag at læra tey ungu góðan sjómansskap umborð á einum føroyskum skúlaskipið. Hetta er ikki bara

galdandi fyri teir, sum seinni í lívinum ætlað at verða sjómenn, men eisini fyri øll – kvinnur sum menn, sum seinni í lívinum á ein ella annan hátt koma at ferðast á sjónum.

Og vit kunnu t.d. bregga okkum av, at ein kvinna, sum 14 ára gomul byrjaði at læra “sjómansskap” umborð á okkara skúlaskipi – í dag siglir sum skipsførari á stórum bingjuskipi úti í víðu verð. So kvinnum tørvar ikki at smæast burtur á hesum øki.

Í meira enn 30 ár hava næmingar í fólkaskúlanum í Klaksvík kunna valt lærigreinina “sjómanslæru”. Í 1993 fóru menn undir at umbyggja “Dragan” til segl/skúlaskip og tey seinastu 7 árini er øll frálæran, - bæði bóklig og verklig - farin fram umborð í skúlaskipinum bæði summar og vetur. Hesi árini hava umleið 150 næmingar havt sjómanslæru umborð á Draganum.

“Dragin” liggur við Varpabrúnna – søguliga staði, har fyrsta skipið hjá føroyingum “Royndin Fría” hevði sína sleipistøð og lá fyri teym fyrst í 1800-talinum.


Hvat læra næmingarnir?

Meðan Torradagarnir eru, - frá 16 – 20. februar, - hevur skúlaskipið “opið skip” hvønn dag frá kl. 16 – 19.

Øll eru vælkomin umborð at síggja umstøðurnar, har næmingarnir læra sjómansskap og Poli Mikkelsen, stjóri á Klaksvíkar Sjómansskúla og Hans Eli Hansen, lærari, greiða frá.

Eisini er møguligt at fáa ein kaffimunn, og leygardagin borðreiður kokkurin við“stormsúpan”


Hevur tú áhuga fyri sigling?

Umframt at læra skúlanæmingar sjómansskap, so er endamálið hjá “Draganum” eisini, at skapa áhuga fyri sigling hjá teimum tilkomnu. Hevur tú áhuga fyri sigling, so ert tú vælkomin umborð at práta við okkum.


Fiskatorg á Varpabrúnni

Meðan Torradagar eru, er ætlanin at hava fiskatorg á Varpabrúnni.

Menn fara at skera kjalkar, so møguleiki verður at keypa sær eitt ella fleiri kók heimvið.