Eitt hjól á einum flogfari hjá Atlantic Airways skrædnaði, tá ið tað setti seg á fløgvøllin í Vágunum seinnpartin Flogfarið var júst komið úr Billund, tá ið óhappið hendi. Nakað av royki var at síggja frá hjólinum undir vinstra vongi, og tríggir sløkkiliðsbilar vóru skjótir á staðnum. Teir fylgdu allir flogfarinum á sítt pláss, og einki annað spurdist burturúr hendingini, sum allarhelst má setast undir bólkin ´hendiligt óhapp´.