Í hesum døgum fyrireika donsku superligafeløgini seg til komandi kappingarár, og tí verður nógv hugt eftir møguligum spælarum. Eisini her í Føroyum hava fleiri danskir venjarar verið í seinastuni, og mikukvøldið var hjáparvenjarin hjá AGF, Stefan Linder, í Gundadali og hugdi eftir dystinum millum HB og NSÍ. Um nakað navn er komið í bókina hjá Linder, er ilt at meta, tí dysturin bleiv nógv ávirkaður av trimum reyðu kortum, og tað sæst aftur á taktikkinum.