Óhjálpin fáa ein tíma í heimahjálp um dagin

Ríkasta kommunan í landinum tveitir ábyrgdina fyri teimum eldru yvir á tey ávvarðandi og støðan er ótolandi, sigur avvarðandi í Kollafirði

– Hetta er undir alt lágmark, og tað sigi eg av beiskum royndum.

 

Niklái Petersen í Kollafirði, sum eisini er fyrrverandi Løgtingsmaður, heldur, at tænastan, ríkasta kommunan í landinum, hevur til eldri og óhjálpin, er undir alt lágmark.

 

Fyri mær tykist tað, sum at kommunan hevur tveitt ábyrgdina fyri stórum parti av teimum gomlu og óhjálpnu borgarum yvir á tey avvarðandi at taka sær av, ístaðin fyri at útvega teimum røktarheimspláss sigur hann.

 

Foreldur hansara eru ávikavist 86 og 87 ár, har annað fyri tað mesta er seingjarliggjandi, meðan hitt so nøkunlunda klárar seg við høkjum.

 

– Tey fáa ein tíma í heimahjálp um dagin, sum enntá er býttur upp í trý umfør, staðfestur hann.

 

– Heimahjálpirnar gera sjálvandi sítt ítarsta og kunnu á ongan hátt hartast fyri nakað. Men tað sigur seg sjálvt, at tær kunnu ikki gera nakað munagott, tá tíðin hjá teimum er so knøpp, tí spart er inn á bein og meira enn tað, sigur Niklái Petersen.

 

Hann staðfestur somuleiðis, at tað sæst ikki aftur allastaðni, at Tórshavnar kommuna er størsta og ríkasta kommuna í landinum.

 

Men tað sæst aftur nógvastaðni, ikki minst tá ræður um útbyggingar av økjum til ymiskt vinnuligt og mentanarligt virksemi. Og tað sæst aftur í «stóru og høvuðleysu« útbyggingina av Tórshavnar havn, sum ivaleyst fer at liggja um minst eina hálva milliard krónur ella meira.

 

Somuleiðis sonevnda Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, sum tá samanum kom, ikki kann brúkast til annað enn at hýsa einum parti av Fróðskaparsetrinum, sum annars burdi verið ein landsuppgáva. Og á ítróttarøkinum verður heldur ikki spart.

 

– Tað mest merkisverda er tó, at ikki ein einasta króna av hesi risauphædd er sett av til at útvega teimum gomlu og óhjálpnu fleiri røktarheimspláss, hóast bíðilistin er langur, heldur Niklái Petersen.

 

Og hann spyr, hvussu tað ber til, at ein so múgvandi kommuna bara sær millum fingranar við einum øki, har tørvurin er ovurhondsstórur.

 

– Hóast viðurskiftini als ikki vóru fullkomin, tá landið varaði av eldraøkinum, má spurnartekin av álvara setast við, um tað var rætt at leggja hetta økið út til kommunurar at umsita.

 

– Í øllum førum hevur landsins størsta kommuna á ongan hátt livað upp til álitið um, at hon betri megnar at umsita eldraøkið, enn landið gjørdi, við at bøta um viðurskiftini hjá hesum samfelagsbólki, sigur Niklái Petersen.

 


Les meiri her: Hevur Tórshavnar Kommuna slept teimum eldru upp á fjall