31 ára gamli Mikkel Rosenquist, sum starvast Í Klaksvíkar Timburhandli, undrast yvir, at danskir mynduleikar hava bíðað so leingi við at almannakunngera listan yvir saknaðar danir í vanlukkuøkinum. Sjálvur royndi hann fleiri ferðir til fánýtis at venda sær til danska uttanríkismálaráðið fyri at frætta okkurt um mammu sína. Mamman starvast á donsku sendistovuni í Bangladesh, men skuldi eftir ætlan halda jólafrí longri suðuri í India.
Frið í sálina
- Eftir at hava roynt fleir ferðir, eydnaðist tað mær umsíðir at fáa fatur á danska uttanríkimálaráðnum hósdagin, har eg fekk at vita, at mamma ikki stóð á listanum. Tað var eg sjálvandi glaður um, men tað undrar meg stórliga, at ein slíkur stovnur ikki hevur eina kreppulinju í slíkum førum, sigur Mikkel Rosenkvst, sum eins og øll onnur bara fekk fatur á einum skrivstovufólki, sum royndi at stilla hann um til rætta viðkomandi.
Eitt sindur meir frið í sálina fekk Mikkel, tá hann 2. januar sá almenna listan, og í morgun fekk hann so umsíður ein teldupost frá mammu síni, sum var komin aftur til Bangladesh í øllum.
Skeivt navn kann fyrigevast
Mikkel er sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at almannakunngera listan yvir saknaðar persónar, men skilur ikki, hví mynduleikarnar ikki gjørdu tað fyrr.
- Teir hava eftir øllum at døma verið ógvuliga bangnir fyri, at nøvn vístu seg at vera skeiv ? at onkrir persónar also ikki vóru saknaðir kortini. Men eitt slíkt mistak hevið eg í øllum førum fyrigivið teimum. Hevið tað verið øvut, hevði tað nokk verið truplari at góðtaka, sigur Mikkel, sum eisini hevur verið nógv í iva um, hvørt hann skuldi meldað mammuna saknaða ella ikki.
- Eg eri hennara nærmasti avvarandi, so tað var upplagt, at eg skuldi gera tað, um tað skuldi gerast. Men nær tekur man eina slíka avgerð? Mamma arbeiðir hjá danska uttanríkismálaráðnum, og tí áttu tey at verið tey fyrstu at boða frá, hvussu veit við hjá teirra starvsfólkum, men har var sum sagt óvanligt trupult at fáa nøkur greið boð. Og tað tykist løgi, tí hetta er jú ein stovnur, sum júst nú hevur ein sera týdningarmiklan leiklut, nú hundratals danir hava roynt at komið heim úr umráðnum, sum skjótast, sigur Mikkel og leggur afturat, at svenska uttanríkisráðið visti til dømis benanvegin, at umleið 5000 svenskar fartelefonir vóru í økinum, tá vanlukkan hendi.
- Tey sendu í stundini sms-boð send á hvørja einastu telefon, bara fyri at vita, hvussu visti við hjá fólki. Tað var ein innsatsur, sum munaði nakað eftir bert lítlari løtu, so tey avvarandi fingu frið í sálina. Meir skal í veruleikanum ikki til, tí í eini slíkari støðu er óvissan tað ringasta, sigur Mikkel Rosenquist