Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, 75 ára gamli Kjartan Mørkøre, sum vit báðir, myndamaðurin, vitja ein illfýstan seinnapart í heiminum hjá honum í Líðunum í Havn. Í tríati ár starvaðist hann sum prestur, og mitt í prestayrkinum valdi hann at taka eitt ár úr álmanakkanum og fór til sjós við skeljatrolara. Eisini var Kjartan Mørkøre í nógv ár virkin innan friðarrørsluna, sum stakk seg upp í Føroyum.
Framvegis umbiðin sum prestur
Hóast Kjartan Mørkøre fór frá sum prestur í oktobur í 1998, hevur hann fleiri ferðir síðani verið til arbeiðis sum prestur. ? Fólk, ið eg kenni, heita á meg, um eg ikki vil taka mær av til dømis einari jarðarferð av einum fólki, ið eg havi kent væl. Somuleiðis eru tað enn fólk, ið heita á meg um at standa fyri brúðarvígsluni hjá teimum, og í komandi viku skal eg víga okkurt skyldfólk hjá mær, greiðir Kjartan Mørkøre frá.
At starvast sum prestur er eitt ógvuliga fjølbroytt lív, sigur Kjartan. ? Tú kemur í samband við ómetaliga nógv fólk, og tað er altíð hugaligt. Nógv hava eisini gjøgnum árini spurt meg, um tað ikki ofta er tungt at verða prestur. Har má eg siga, at tað eru væl fleiri gleðiligar hendingar innan kirkjugáttina, so sum konfirmatión, dópur og vígslur. Serliga væl hevur mær altíð dámt at fingist við konfirmantar, sigur Kjartan Mørkøre. Hann leggur afturat, at tann keðiligi parturin av prestayrkinum er sjálvsagt jarðarferðir, ið kunnu verða ómetaliga tungar. ? Eg havi fleiri ferðir tikið mær av jarðarferðum, har viðkomandi er deyður av ferðsluóhappi, og tað er ómetaliga tungt, sigur fyrrverandi presturin.
Prestayrkið nógv broytt
Kjartan Mørkøre tók gudfrøðisprógv í Keypmannahavn í 1967. Konan, Elin, var tá liðug við at lesa til lækna. Stutt eftir lokið prógv fluttu tey heim aftur til Føroya, har Kjartan hevði fingið starv sum prestur í Vági. Teimum dámdu væl í Suðuroy, men eftir stutta tíð í Vági, fóru tey til Havnar, har Kjartan fekk starv við Havnar Kirkju. Tá ið Vesturkirkjan stóð liðug í august mánað 1975, varð Kjartan settur í starv sum 1. prestur í kirkjuni. Í Vesturkirkjuni starvaðist Kjartan til hann í oktobur mánað 1998 fór frá fyri aldur.
? Tað er nógv broytt innan prestayrki, síðani eg byrjaði at arbeiða sum prestur. Eg minnist til dømis, at fyrstu árini í Vesturkirkjuni varð tað mín uppgáva sum 1. prestur at skriva kirkjubøkur og at taka sær av øðrum umsitingarligum arbeiði, og tað tók nógva tíð. Tað gjørdi stóran mun, tá ið ein skrivari varð settur. Nú eru tey nógv fleiri fólk um uppgávurnar, heldur Kjartan.
Tók stig til føroyska friðarrørslu
Eitt, sum nógvir føroyingar óivað minnast Kjartan Mørkøre best fyri, er hansara leiklutur innan føroysku friðarrørsluna. Saman við øðrum tók Kjartan stig til at seta á stovn eina føroyska friðarrørslu, og hesa tíðina minnist fyrrverandi presturin við gleði. ? Tað var serstakliga stuttligt at fáast við friðarrørsluna, sum eg brúkti nógva tíð uppá. Serliga hugaligt varð tað at arbeiða saman við so nógvum eldhugaðum sálum, ið vildu gera nakað fyri rørsluna, sigur Kjartan.
? Eg minnist, hvussu alheims ríkisleiðarar reypaðu um, hvussu nógvar kjarnorkubumbur vóru framleiddar, og hvussu sterkar tær vóru. Samstundis sótu fólk í øllum vesturheiminum við einum passivum ótta, sum viðhvørt vaknaði eitt lítið sindur. Konan og eg vóru einaferð á fundi í Moskva um friðararbeiði, og eg má siga, at har var nógv størri arbeiði og orka løgd í rørsluna, hóast tey ikki altíð vóru serliga sjónlig, sigur hann.
Meðan Kjartan Mørkøre var virkin innan friðarrørsluna, fekk hann nógvar viðmerkingar frá fólki, sum ikki hildu, at tað hóskaði seg, at ein prestur var virkin á tí økinum. ? Tað bleiv tó ongantíð ódámligt, tí eg tók mær tað ongantíð nær, sigur hann. Kjartan Mørkøre sigur, at hann vildi ynskt, at fólk nú á døgum tóku seg saman í felagsskap, sum viðgjørdi dubbingar, kjarnorku og hópoyðingarvápn. ? Eg vildi ynskt, at tey ungu góvu hesum meiri ans, tí tað ber ikki til, at tey bara fáa tað umvegis miðlarnar, heldur hann.
Skammast vegna tjóðina
? Tíverri er tað soleiðis her í Føroyum, at vit føroyingar alt ov sjáldan taka støðu til tað, ið fer fram úti í heimi. Vit koma darlandi aftaná, tí vit ganga bara og hugsa um, hvat hendir her hjá okkum í okkara lítlu ostaklokku, sigur Kjartan Mørkøre. Tað sæst á øllum brøgdum, meðan vit báðir tosa, at fyrrverandi presturin gongur upp í hetta mál við lív og sál.
Tá ið tosið kemur inn á menningarhjálp, er Kjartan Mørkøre eisini bersøgin. ? Eg má viðganga, at eg mangan havi skammast vegna mína tjóð, tá ið hugsað verður um tað sindrið, ið vit lata í menningarhjálp, sigur hann.
? Vanligi føroyingurin er fúsur at lata bæði pening og lutir til innsavnan og líknandi, men støðan er ein heilt onnur hjá okkara politiska myndugleika. Eg minnist einaferð, tá ið øll hini norðanlondini høvdu sett sína menningarhjálp til at verða eitt prosent av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni, vildu okkara politikarar ikki seta okkara upp á ein fjórðings prosent, haldi eg tað var, greiðir hann frá. ? Serliga væl minnist eg, at ein maður á tingsins røðarapalli segði, at so leingi flotin hjá okkum hevði skip, sum ikki kláraðu seg, kom tað ikki upp á tal at hækka menningarhjálpina. Tá gjørdist eg ógvuliga vónbrotin, má eg viðganga.
Trýst elvir til móttrýst
Kjartan Mørkøre er ein maður, sum sjálvur hevur stóran áhuga fyri tí, sum fer fram úti í heimi. Hesi seinnu árini hevur heimurin verið nógv merktur av yvirgangi, og eisini hesum hevur fyrrverandi presturin sína heilt greiðu hugsan um. ? Vit mugu gera okkum greitt, at tey flestu av teimum, sum standa aftan fyri yvirgangsvirksemi, koma úr londum, sum í fleiri ár eru trýst niður í armóð og elendigheit av øðrum sterkari tjóðum. Slíkt trýst elvir til móttrýst, og onkur skal hava skuldina. Í flestu førum verður tað USA, heldur Kjartan Mørkøre.
? Eg vænti, at tað ganga nógv ár, áðrenn vit sleppa av við yvirgangstrupulleikan. Hóast eg haldi, at politikurin hjá George Bush, forseta í USA, er forkastiligur, so trúgvi eg, at tað er líkamikið, hvør ið vinnur amerikanska forsetavalið, tí tað skulu so mikið markantar broytingar til, áðrenn úrslit spyrst burturúr, sigur Kjartan Mørkøre.
? Kemur tað har til, at trupul-leikarnir í Irak verða loystir, so kemur bara eitt nýtt land undan kavi við somu trupulleikum, heldur fyrrverandi presturin, sum sigur seg hava sera stóra virðing fyri ST-aðalskrivaranum, Kofi Annan. ? Hann er tann einasti persónurin, ið eg veit um, sum torir at seta George Bush upp á pláss. Eisini haldi eg, at tá ið tú sært Annan, so merkir tú veruliga, hvussu nógv hann brennur fyri at fáa frið í heiminum, og tað havi eg alla virðing fyri, sigur Kjartan Mørkøre.
Øll fundamentalisma er av tí ónda
Tað verður mangan borið fram, at tað eru fundamentalistar, ið eru høvuðsorsøkin til ein stóran part av tí ófriði, ið er í heiminum í dag, og hesum er Kjartan Mørkøre ikki heilt ósamdur í. ? Øll fundamentalisma er av tí ónda, men vit skulu ikki einans seta fundamentalismu í samband við islam, heldur hann.
? Vit noyðast at hava í huga, at muslimsku londini fyrr vóru stórveldir, sum nú eru komin í eina heilt aðra støðu. Hesi lond eru nú, hóast tey hava stórt oljuríkidømi, fátækslig. Vanligi borgarin í hesum londum sær bara, hvussu tey verða útnyttaði av vesturheiminum, og tískil taka tey til vápnini og fremja yvirgang, sigur fyrrverandi presturin.
? Tað eru tó eisini nógv ting við islam, ið eru fullkomiliga burturvið. Fleiri av muslimsku londunum siga seg hava trúarfrælsi, men tey vilja tó ikki loyva, at eitt nú kirkju og synagogur verða bygdar í landinum. Hetta hongur ikki heilt saman. Í teimum vesturlendsku londunum við trúarfrælsi síggja vit hinvegin, at stórar moskeir verða bygdar, hóast talan í høvuðsheitinum er um kristin lond, sigur Kjartan.
Samkynd kunnu verða vígd fyri Gudi og manni
Eitt evni, ið nógv hevur verið tosað um seinnu tíðina, er samkynd og skrásett parlag. Kjartan Mørkøre sigur, at eftir hansara tykki er evnið komið fullkomiliga skeivt fyri, tí áðrenn tað er búgvið at taka støðu til, hevur tað øst fólk upp.
? Tað eru summi fólk, ið dáma at válka sær í kjakinum um rættindini hjá samkyndum, hóast tey als ikki hava skilt trupulleikan ella gjørt sær greitt, hvat tað heila snýr seg um. Eg haldi eisini, at tað er skeivt, tá ið fólk nýta Bíbliuna sum umbering í hesum sambandi, meðan tey ikki vilja nýta hana í øðrum samanhangi, sigur Kjartan Mørkøre, sum fegnast um, at tey samkyndu nú koma alment fram á ein siðiligan hátt og gera vart við seg og síni ynskir.
? Vit hava altíð vita um, at tey hava verið her, men á onkran hátt hava tey av nógvum fólkum verið skýrd sjúk. Hetta er púrasta burturvið, tí tey eru jú menniskju sum øll onnur. Eg vænti tó, at tað gongur ikki so long tíð, so fellur alt hetta við teimum samkyndu í eina náttúrliga legu, so at tey kunnu seg á jøvnum føti við onnur, heldur fyrrverandi presturin.
Spurdur, hvat hann hevði sagt til at víga tvær kvinnur ella tveir mans, sigur Kjartan Mørkøre, at tað hevur hann ikki fingið gjørt upp við seg sjálvan. ? Eg haldi tó heldur ikki, at tað er tað mest umráðandi hjá okkum nú, tí hjúnarlagið kann verða eins gott uttan pappír. Hava fólk sagt við hvønnannan, at tey vilja liva saman, hava børn og hús, eru tey eftir mínum tykki vígd fyri bæði Gudi og manni, hóast tey ikki eru vígd formelt. Hetta er eisini galdandi fyri tey samkyndu, sigur Kjartan Mørkøre.
Fjallmaður og umsetari
Nógv er at tosa um, og vit báðir, Kjartan, hava longu sitið í tveir tímar. Tíðin er skjótt komin til at pakka blokkin saman og sløkkja fyri bandupptakaranum, men áðrenn hetta verður gjørt, fer prátið inn á, hvat Kjartan fær tíðina at ganga við, nú hann er pensionistur.
? Eg havi nógv at takast við. Vit keyptu eini hús á Selatrað fyri nógvum árum síðani, og har eru vit nógv. So seint sum í gjár var eg á fjalli har norðuri í einum haga, sum er gongur beint norðan fyri Veðranes og niðan til Halgafellstind. Hetta dámar mær ómetaliga væl, og eg haldi, at tað er so stuttligt at koma út millum fólk, sum man ikki hevur dagligt samband við, og sum koma frá so ymiskum umstøðum. Eg havi gingið á fjall har norðuri síðani í 1987, og tað ætli eg mær at halda fram við, so leingi sum eg orki, sigur ein avgjørdur Kjartan Mørkøre og leggur afturat, at hann og konan altíð hava gingið nógv úti í náttúruni, og tað dámar teimum serstakliga væl.
? Eitt annað, ið fer við nógvari tíð í løtuni, er ein umseting av nýggja testamenti, sum eg geri saman við bispi og tveimum umboðum fyri fríkirkjurnar. Tað er ógvuliga áhugavert, og so er tað eisini við til at fríska upp tað grikska, ið eg lærdi undir gud-frøðislesnaðinum, sigur Kjartan.
Hjúnini Kjartan og Elin Mørkøre eru eisini sera glað fyri síni seks ommu- og abbabørn, ið trúliga støkka inn á gólvið. Meðan vit báðir sita og práta, stingur ein abbadóttur eisini høvdið inn um og spyr abban okkurt, meðan hon samstundis sær út, sum um hon hevur hug til at spyrja undirritaða, hvussu leingi eg ætli mær at leggja hald á abban hjá henni.
Klokkan er nógv, og best er at takka fyri seg. Myndamaðurin er farin, og nú er tíðin komin til eisini at fara út gjøgnum dyrnar. Ein áhugaverd samrøða við ein ikki minni áhugaverdan 75 ára gamlan mann er komin at enda.
?????
FAKTA
Navn: Kjartan Mørkøre
Aldur: 75 ár
Yrki: Fyrrverandi prestur
Hjúnafelagi: Giftur við Elin í 1954
Børn: Jógvan, Katrin og Birna - øll búgva í Havn
Bústaður: Seinastu 33 árini búð í Brøttulíð 18 í Havn
Frítíðarítriv: Ganga í náttúruni, fara á flot og abbabørnini