Sunnudagin tann 13. verður Hjørdis Háberg í Havn 95 ár. Hóast Hjørdis er so nógv havnarfólk sum nakar, so eru hennara røtur als ikki í Havn. Mamman, Elisabeth, var úr Sumba, og pápin, Jógvan Næsaa, var sonur tann kenda kappan Jørgen á Nesi.
Hjørdis var fødd á Tvøroyri. Pápin var hovmeistari á Smirli, tí lá tað betur fyri at búgva í Havn. Tískil hevur Hjørdis búð í Havn meginpartin av ævini. Hjørdis fór sum tey flestu tá úr skúlanum 14 ára gomul. Tá kom hon at arbeiða í handlinum hjá bakaranum Frants Restorff.
Sum ung fann Hjørdis saman við Peturi Háberg, son Pola skómakaran, ættaður av Selatrað, og Mallu, sum var av Geilafólkinum í Havn. Hon var systkinabarn millum onnur Kristin í Geil og Petur Alberg, sum Petur gjørdist ógvuliga hugtikin av.
Tey bæði tosaðu um at giftast, men sum aðrar gentur tá í tíðini vildi Hjørdis royna “stóru verð”. Hetta merkti tá at fara til Danmarkar at fáa húspláss. Hjørdis kom heim aftur í 1939. Tá fór hon aftur at arbeiða hjá Restorff.
Nú var komið so langt, at tey skuldu giftast. Men Petur var tjóðskaparmaður um ein háls. Sum virkin í brøðrasamkomuni skuldu tey vígast borgarliga, men hetta var tá á donskum. Men Petur skuldi ikki giftast á donskum! So hann fór at stríðast fyri at sleppa at giftast á føroyskum, eisini við brævi til Stauning. Hetta gekk kortini so seint, at tey bæði blivu seinastu hjúnini, sum blivu vígd borgarliga á donskum. Hetta var 25. januar 1941. Eftir tað kundu onnur fáa gleði av teirra stríði.
Petur gjørdist ein sera virkin maður í føroyska samfelagnum, bæði andaliga og verðsliga. Tey vóru sera ymisk. Petur kundi vera eitt sindur háfloygdur viðhvørt, meðan Hjørdis tryggjaði altíð, at beinini ikki fóru upp frá!
Petur doyði í 1984, bert 70 ára gamal. Petur var tá stjóri á reiðarínum p/f Hvalnes. Hjørdis tók yvir og gjørdist ein av fáu kvinnuligu reiðarum í Føroyum. Men hetta gekk upp á stás. Hetta starv hevði Hjørdis, til hon var langt uppi í 70-árunum.
Heimið hjá Hjørdis og Peturi var serstakt. Her føldu øll seg vælkomin, ikki minst takkað blíða lyndinum hjá Hjørdis. Hetta kom ikki minst væl við hjá ungum bygdafólki, sum komu til Havnar.
Hetta kann ikki minst eg sjálvur sanna. Petur var mammubeiggi mín, og var komið úr Gøtu til Havnar, var Magnus Heinasonargøta sum eitt annað heim at koma til.
Síðan Hjørdis fylti 90 ár, hevur hon búð á Ellisheiminum í Havn. Her kennir hon seg væl. Hóast okkurt ellisbrek er, so er hon framvegis so lívsjáttandi at koma inn á gátt hjá. Hjørdis er altíð við tí góða orðinum. Hon er sera vitandi um nógv. Hetta sæst eisini í bók hennara, Minnisbrot, sum kom út til hennara 90 ára føðingardag. Hennara vitan havi eg ofta sjálvur havt gleði av í mínum virksemi.
Virkin er Hjørdis framvegis sum fáur. Hon hevur í mong ár bundið undirtroyggjur til børn í Rumenia. Nú um dagarnar sendi hon 100 slíkar avstað. Áðrenn tað eru fleiri hundrað farnar.
Hjørdis og Petur fingu seks børn, Beintu, Ernu, Jógvan Páll, Elmu, Pætur og Maluna. Ommubørnini eru 20 í tali, og tað eru langommubørnini eisini. Tað stuttliga er, at tað er javnt kynsbýti í báðum bólkum.
Góða Hjørdis, tað er veruliga stuttligt at kunna hava teg okkara millum enn!
Tað ber til at heilsa upp á Hjørdis í Áarstovu, sjálva ímyndina av Havnini, sunnudagin kl. 15-18.
-----------
Óli hjá Lisu