Sunnukvøldið gjørdu landsliðsvenjararnir av, hvør nýggi maðurin í føroyska hópinum skal verða, nú Claus Bech Jørgensen noyddist at geva avboð vegna skaða.
Og tað verður Hjalgrím Elttør úr Fremad Amager, sum er boðsendur. Hjalgrím slapp ikki upp í upprunaliga hópin hesaferð, tó at hann hevur verið at kalla fastur maður seinnu árini.