Fer Hjalgrím Elttør at halda fram í meistaraliðnum NSÍ, ella fer hann aftur til Klaksvíkar og KÍ. Tað hevur verið ein av spurningunum, sum aftur og aftur hevur verið snaraður, eftir at kappingarárið 2007 var liðugt.
Svarið varð avdúkað í gjárkvøldið. Á ársveitsluni hjá NSÍ varð kunngjørt, at Hjalgrím Elttør eisini í 2008 verður NSÍ spælari og tískil fer at bera gulu troyggjuna og svørtu buksurnar.
Harvið er eisini greitt, at KÍ ikki fer at fáa allar teir klaksvíkingarnar aftur í bláa búnan, sum tað hevur verið tosað um.
Umframt Hjalgrím Elttør varð tað á ársveitsluni boðað frá, at málverjin Tórður Thomsen, Andy Olsen og liðformaðurin Óli Hansen hava skrivað undir nýggjar sáttmálar við NSÍ.