Hjalmar P. Petersen hevur í dag vart dr. phil. ritgerð sína ?Gender Assignment in Modern Faroese? við Universitatið í Hamburg við eftirmegingini ?gut? (gott). Ritgerðin er um, hvussu navnorð fáa ymiskt kyn. Fimm oppunentar vóru, ein íslendingur og fýra týskarar.
Hjalmar arbeiðir í løtuni á Sonderforschungsbereich Mehrsprachigkeit í Hamburg, har granskað verður í, hvørja ávirkan danskt hevur á føroyskt, og hvussu føroyingar tosa danskt.