Hjálp til børn og ung við ADHD og autismu

Í vikuni var ein sera áhugaverdan pallborðsfundur í Perluni, sum ADHD felagið og autismufelagið skipaði fyri. Fundurin byrjaði við sera góðum og upplýsandi framløgum, sum allar lýstu  ómetaliga væl truplu støðuna, sum børn og ung við autismu og ADHD standa í í føroyska samfelagnum. Tað, sum bleiv staðfest er, at tað gongur alt ov long tíð, áðrenn hesi børnini verða útgreinaði, tí bíðirøðin er ov long til útgreining á psykiatriaska deplinum. Harafturat vísir gransking eisini, at gentur bíða nógv longri enn dreingir. Ì miðal eru gentur 12,7 tá tær blíva útgreinaðar, meðan drongir eru 9,5 gamlir í miðal.

 

Bíðitíðin er  2 ára long fyri  at sleppa framat á psykiatriska deplinum fyri autismu og adhd, og jú longri bíðitin er, sjónligari  vera fylgisjúkurnar sum svøvntrupulleikar, angist, tunglyndi, sjálvsskaðan og trupulleikar við innlæringini.

 

Vit tosa um eini 256 børn í Føroyum, sum veruliga stríðast, tí tey ikki fáa staðfest hvat feilar og harvið fáa hjálp. Bíðitíðin má burtur og børnini mugu fáa ta røttu diagnosuna, so røtt faklig hjálp kann setast inn. Tað verður mett at kosta umleið 10 mió. at fáa loyst hendan trupulleikan, og tað skulu vit raðfesta í komandi valskeiði.   Vit eiga at raðfesta serlæknar og økja um puljuna til serlæknar og vit eiga at raðfesta starvsfólk til útgreining, viðgerð og hjálp. Ì bíðitíðini eigur eisini tíðliga hjálp at verða sett inn, soleiðis at man kann arbeiða fyribyrgjandi.

 

Hjálp eigur eisini at verða veitt avvarðandi familjum við foreldravegleiðing á ymsum økjum, so tey fáa tað neyðugu vitanina um støðuna og eisini sjálvi kunnu hjálpast og lofast,  og tí er tørvur á at kunna veita eitt heildartilboð til tey avvarðandi, sum kenna sorg og hjálparloysi í støðuni.

 

Hjálparamboð fyri orðblindni og talblindni

 

Men eitt er, at bíðitíðin sjálvsagt skal vekk beinanvegin, men  hesi børnini eiga at hjálpast meðan biðað verður, tí hesi børnini eru so serliga útsett, og tíðliga hjálp má setast inn. Gransking vísir, at 40 % av børnum og ungum við autismu og ADHD hava eitt orðblindni og talblindni. Eitt tað besta hjálparamboðið til hesi er føroyskt máltøkni ella skrivitøkni til teirra sum stríðast  í einari skúlaskipan frá fólkaskúla til Fróðskaparsetur uttan hesa hjálp. Vit eiga at gera okkum eitt talgilt føroyskt ljóðbókasavn eins og NOTA við øllum lærubókunum á, soleiðis at næmingar og foreldur ikki skulu stríðast óneyðugt fyri at fáa atgongdina til læringina. Skal ein næmingar mennast er tað fyrst og fremst umráðandi at hava sjálvsálit og trivna í hásæti og tí er neyðugt við tílíkum hjálparamboðum. Nógv verður tosað um at seta forboð fyri tøkni sum fartelefonum v.m. í skúlanum, her mugu vit vera varug við, at næmingar við avbjóðingum mugu sleppa at brúka hjálpiamboð á síni fartelefon, sum eini 10-15 % av børnunum kunna fáa gleði av.

 

Seta vit ikki inn tíðliga við hjálp gerst støðan nógv verri í mín til sosiala lívið og trivnaðin hjá hesum børnum. Kanningar vísa,  at 93 % av øllum børnum hava minst ein góðan vin, 71 % av børnum við serligum tørvi hava ein góðan vin og bert 34 % við autismu hava ein vín. Tað at  ikki hava ein vin ger, at hesi børnini trívast verri, og tá tey koma í skúlaaldur byrjar skúlaaftranin.

 

AT vit seta tíðliga inn og veita neyðugu hjálpina og hjálpitólini er eitt, men vit eiga so sanniliga eisini at raðfesta tað námsfrøðiliga økið, har námsfrøðiliga fakligheitin verður strykt. Tað er í vøggustovu og barnagørðunum, at tey fyrstu eyðkennini gera seg til kennar, og her mugu serstovurnar styrkjast við eyka tímum og starvfólkum

 

Samumtikið so eiga vit at raðfesta, at bíðitíðin til útgreining á psykiatriska deplinum verður burtur, vit eiga at raðfesta puljuna til serlæknar og vit eiga raðfesta sernámsfrøðiliga økið við fleiri námsfrøðingum og tímum, so tíðliga hjálp kann setast inn og vit eiga at menna  øll tey hjálparamboð til tal- og orðblidni og føroyska tey, soleiðis at hesi børnini kunnu fáa tann neyðuga stuðulin í gerandisdegnum og kenna seg javnsett og sum ein part av felagsskapinum

 

 

 

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi