Hjalti er verjuleikarin hjá fiskastovnunum

Á samkomu á Hotel Føroyum fríggjadagin í farnu viku, fekk Hjalti í Jákupsstovu heiðurin “Ársins almenni stjóri 2009”. Karmarnir kundu fyri so vítt ikki verið meira passandi, tí á teimum fremstu plássunum í salinum við teimum 250 luttak­arunum sótu umboð fyri høvuðsvinnu okkara; fiskivinnuna. Ein vinna, sum Hjalti í Jákupsstovu hevur verið í “kríggj” við síðani hann í 1988 bleiv stjóri á Fiskirannsóknar­stovuni. Vit hava hitt verjumannin hjá fiskastovnunum til eitt prát um burðar­dygga vinnu og fiski­vinnugransking.

Tað eru nøkur viðurskiftir, sum skulu vera upp á pláss, um tú skalt skapa tær virð­ing millum manna. Til dømis er tað gott at fáa rætt av og á – kanska serliga, um tað seinni vísir seg at tú hevði rætt. Og tað er í hes­um føri ikki so galið at vera treiskur.

Tann føroyingur, sum næsta árið kann rópa seg “Ársins almenni leiðari” er so at siga ímyndin av hesum omanfyrinevnda. Hann er treiskur sum fáur, og so vísir tað seg sum oftast, at hann hevur rætt í tí, sum hann sigur, tó at nógv fólk ikki eru samd, í tí hann sigur tað.

Vit tosa um stjóran á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalta i Jákupsstovu. Ein mann, sum m.a. hevur tað uriasstarv at skula fortelja føroyingum einaferð um árið, at teir fiska ov nógv av stovnunum. Hann skal út í almenningin at siga, at vit mugu fiska, og harvið for­vinna minni. Men hetta við at forvinna minni, er ikki nakað, sum vit skulu gera í longdini, tí við skilagóðari veiðimentan, kemur sum frá líður enn meiri ríkidømi upp á land. Tað eru tað bara ikki øll, sum skilja.

Náðileysur

Á vegginum í trappuni á veg upp á ta hædd, har Hjalti í Jákupsstovu hevur skrivstovu úti á Fiski­rann­sóknarstovuni, hanga nakrir fiskar. Hetta eru fiskar, sum eru stoyptir úr onkrum til­fari, síðani málaðir og hongdir til pynt. Eg hugsi til stuttleika, hvør av hesum fiskum passar best til Hjalta í Jákupsstovu, í tí eg gangi framvið. Um tað passar, at tað ber til at seta ein steinbít fastan í stokkin (sum eg tó ivist í), so má tað vera hesin treiski kjaftsterki fiskurin, sum passar best til stjóran á Fiskirannsóknarstovuni. Ikki tí, onkur meiri taktisk begávaður fiskur hevði eisini riggað, tí tað krevur bæði styrki og vit at duga at snúgva sær, tá mann ar­beiðir so langt frammi í almennu umsitingini – og í so nógv ár.

Uttan alt ov nógv “small talk” kasta vit okkum beint inn í eina samrøðu um burð­ardygga veiði. Hjalti er um ikki náðileysur, so í hvussu so er avgjørdur:

– Tá eg sigi við reiðarar og fiskimenn, at vit mugu minka veiðitrýstið niður í eina helvt - altso má allur flotin fara niður í eina helvt ella má helvtin av fólkinum fara til hús - svara teir aftur við at siga, at tað er nakað møsn, og í veruleikanum skilji eg væl teirra reak­tión.

– Mín boðskapur til vinn­una svarar jú til, at onkur kom til mín og bað meg fara niður í eina helvt í løn, tí tað er í veruleikanum tað sum eg biðji teir, samanber Hjalti í Jákupsstovu.

Munurin er so bara – sum eg (blaðmaðurin, blaðm.) skilur tað - at reiðarin, ið verður biðin um at minka um veiðutrýstið, bjargar ein­ari framhaldandi vinnu, um hann ger tað, sum hann verður biðin um, og kann so um nøkur ár heystað fruktirnar av tí sparda – kanska fleirfalt. Ella hvat?

Skulu bert fiska ein triðing

Fiskirannsóknarstovan held­ur, at veiðitrýstið ikki má vera meira enn 33 prosent, tí annars minka stovnarnir so nógv, at teir koma ikki fyri seg so hvørt. Broytingar í umhvørvinum hjá fisk­in­um hava eisini ávirkan á støddina á stovninum, men við einum veiðitrýsti upp á í mesta lagi ein triðing av stovninum, er eisini pláss fyri natúrligum broytingum, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Veiðitrýstið er í fleiri før­um væl hægri enn tað, sum fiskifrøðingar sum Hjalti í Jákupsstovu mæla til, so hvat hendir, um nú vinna og politikarar lurta eftir fiski­frøðingunum, og ikki fiska ein einasta fisk meira enn tilmælini frá serfrøðing­un­um?

Tað er kanska ein hypo­tetiskur spurningur, tí so­­leiðis fer tað ivaleyst ong­antíð at vera, heldur onkur, men spurningurin er kortini áhugaverdur, tí í longdini er neyðugt at lurta eftir teim­um, sum hava best innlit í stovnsrøkt – annars minka stovnarnir burtur í einki, ella nærum tað, so sum vit hava sæð tað við toskinum.

Tað er einki at ivast í, at Hjalti hevur grein í sínum máli. Tað vísir fiskiskapurin – ella mangul upp á sama – frá 1993-94. Tá minkaði veiðitrýstið ógvusliga, tí so nógv skip góvust vegna fíggjarliga trupulleikar, og eftir bert tveimum-trimum árum vuksu stovnarnir seg stórar og sterkar aftur.

– Vit síggja søguliga, at tað sama hendi bæði undir fyrra og seinna heims­bar­daga, tá lítil fiskiskapur var. Tá vuksu stovnarnir heilt betýðiliga, og tá kríggið var av, vóru teir risastórir, vísir Hjalti í Jákupsstovu á.

Summi skip mugu gevast

Avgerða myndugleikarnir at fylgja fiskifrøðingunum meira enn vit hava sæð seinnu árini, fer tað at hava við sær, at nógvir bátar og nógv skip verða noydd at gevast, men hetta er ein natúrlig og eisini neyðug avleiðing av, at tilfeingi er ov lítið til at upprætthalda einari vinnu við so stórari veiðiorku.

– Tekur mann um endan nú, og setur í verk eina skila­góða burðardygga veiðu, so ganga eini tvey ár, og so hava vit eina nógv sunnari og sterkari fiskivinnu, sigur stjórin á Fiskirannsóknar­stovuni.

Hvør ið skal sleppa at fiska, og hvør ið skal leggja inn, vil Hjalti í Jákupsstovu ikki meta so nógv um, men hann stað­festir bara, at veiði­trýstið eftir toski er alt ov høgt, og so má tað annars vera upp til fíggingar­stovn­arnar at meta um, hvør ið skal sleppa at halda áfram í nøkur rak ár, og hvør ið skal steðgast, um altso politiska skipanin ger nakað við málið.

Fiskidagaskipanin

Veiðitrýst-tilmæli frá fiski­frøðingunum er altíð minni enn tað, sum vinnan vil hava, og soleiðis vil tað altíð vera við verandi skip­an, heldur Hjalti í Jákups­stovu.

– Vit hava eina dagaskip­an, har fiskivinnan heilt natúrliga verður betri og betri til at brúka hvønn ein­asta fiskidag. Hetta er ein menning, sum skal vera í vinnuni, men samstundis ein menning, sum hevur ávirkan á skipanini, so at skilja at vit mugu leggja upp fyri effektivitetinum, tá vit mæla til fiskidagar næstu ferð, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

– Økti effektiviteturin í vinnuni hevur sær, at tað vera færri fiskidagar til somu nøgdir, og hendan veru­leika mugu vit fáa inn í skipanina, sigur hann.

Tað ljóðar so einfalt, tá Hjalti forklárar mær um hesi viðurskiftir, og tí er tað fyri mær eitt sindur løgið, at bæði reiðarar og summir politikarar hava so torført at skilja tað, men so er jú hetta við at biðja fólk fara niður í løn.

– Tað eigur nú ikki at vera so torført, um tey sam­stundis fáa at vita, at um tvey ár fáa tey nógv meira í løn, hugsi eg.

Gransking

Fiskirannsóknarstovan er í dag fremsti granskingar­stovnur í landinum. Tað eru onga aðrastaðni so nógv fólk við einari Phd-útbúgv­ing, og fleiri starvsfólk eru ávegis. Í hesum døgum hoyra vit dagliga um tær sparingar, sum eru gjørdar á undirvísingar- og gransk­ingarøkinum, men hetta sær ikki út il at hava rakt Fiski­rannsóknarstovuna so meint, hvussu ber tað til?

– Játtanin til okkara stovn er so minkað við einari millión krónum, og tað er ikki meira enn rímiligt, at eisini vit skulu spara, tá nú øll onnur skulu, men annars er tað ein spurningur um raðfestingar, og á Fiski­rann­sóknarstovuni raðfesta vit gransking høgt, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

– Málsetningurin hjá okk­um er í longdini, at øll starvs­fólk, sum arbeiða á økjum, har tað ber til, skulu hava eina Phd-útbúgving, og tað arbeiða vit so hart framímóti, leggur hann afturat.

Altso er granskingin ein fastur partur av virksemin­um á Fiskirannsóknar­stov­uni, og tá framtíðarætlanir verða lagdar, verður støða tikin til hendan partin á sama hátt, sum tá alt annað verður lagt til rættis. Men hvussu við fíggingini av granskingini? Tað ber væl ikki til at fara í Fólkatingið eftir pengum hvørjaferð (Fiskirannsóknarstovan hevur júst fingið pengar til fýra Phd-granskingar­ætlan­ir úr Danmark).

– Vit hava seinnu árini troytt teir møguleikar, sum eru fyri at fáa fígging til granskingina, millum annað hava oljufeløgini stuðlað væl, eins og Gransk­ingar­ráðið og Fiskivinnuroyndir hava verið góð við okkum, og tað vóna vit, at tey fram­haldandi fara at vera, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Fólk støðast

Tað, at nógv arbeiði á Fiski­rannsóknarstovuni verður mett út frá, umframt sett í eitt størri granskingarhøpi, hevur millum annað tað við sær, at fólk støðast væl.

– Tað er ikki stór útskift­ing av starvsfólki á stovn­inum, og tað hevur nakað við týdningin av arbeiðinum at gera. Ein stovnsmeting er til dømis ikki bara eitt til­mæli til ein landsstýris­mann, men eisini ein partur í einari størri heild í at síggja, hvat hetta havøkið ber av fiski, og hvussu tað skiftir frá einum ári til ann­að, sigur Hjalti í Jákups­stovu.

– Tá gerast stovnsmet­ingarnar eitt klárt mál í sær sjálvum, og ikki bara eitt gott ráð til politisku skip­anina, leggur hann afturat.

Virðingin fyri føroyskari fiskivinnugransking er eisini til staðar uttanlands. Sjálvt um Hjalti í Jákups­stovu er eitt sindur varin, tá hann verður spurdur um hesa virðing, tí tað mugu onnur – kanska serliga út­­lend­ingar meta um – so vísir hann millum annað á, at granskarar frá Fiski­rannsóknarstovuni eru við í trimum ES-granskingar­ætlanum fyri tíðina, og tað høvdu teir ikki verið, um teir ikki vóru so dugnaligir og kendir uttanlands , sigur hann.

Nýtt havrann­sóknarskip

Eitt tað størsta ynski hjá Hjalta í Jákupsstovu fyri framtíðina hjá Fiskirann­sóknarstovuni er eitt nýtt fiskirannsóknarskip. Nú er upp á tíðina, at Magnus Heina­son verður skiftur út, heldur hann.

– Tað er heilt stórur tørv­ur á einum nýggjum skipi, tí tað er ikki bara tað, at verandi skip er 30 ára gam­alt, tað er eisini so, at skipið bleiv bygt fyri 30 árum síðani út frá einari 20 ára gamlari filosofi um, hvat ein trolari er, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

– Tað vil siga, at tanka­góðsið aftanfyri skipið er 50 ára gamalt, staðfestir hann.

Tað eru nógv viðurskiftir, sum eru út av lagi vánalig umborð á Magnusi Heinson, og eitt tað mest sjónliga eru manningarumstøðurnar. Fólk­ið heldur til har frammi í skarpinum í tvey- og fýra­mans kømurum, men skal heilt aftur á reyv at loysa sær buksurnar.

– Tað er næstan sum fyrr í tíðina, tá man setti á lynn­ingina, vísir Hjalti á.

Harafturat kostar tað nógv at viðlíkahalda eitt so gamalt skip, eins og tað í longdini kostar samfelag­num, tá mann ikki hevur møguleika at kanna og granska á sama støði, sum onnur lond, tí útgerðin hjá okkum er so vánalig, leggur Hjalti í Jákupsstovu aft­ur­at.

Til spurningin um eitt nýtt havrannsóknarskip skal byggjast av nýggjum ella tað er nóg mikið at umbyggja okkurt hóskandi skip, er Hjalti avgjørdur.

– Eitt spildurnýtt skip má til, tí annars er vandi m.a. fyri at vit missa fiskirættindi fyri nógvar milliónir, sigur hann.

Tað er nevniliga so, at Føroyar eru partur av tí pelagiska kompleksinunm, sum tey rópa tað – altso makrel, sild og svartkjaftur. Hesir stovnar ferðast, og við teimum veðurlags­broytingum, sum henda, fara stovnarnir kanska at ferðast enn meira.

– Eru føroyingar ikki við í teimum altjóða kanningum, sum mugu gerast í sambandi við ferðamynstrini, so kann tað gerast torført at sleppa upp í part, tá altjóða kvotur skulu tillutast í framtíðini, vísir Hjalti í Jákupsstovu á.

--------

 

FAKTA

 

Veiðutrýst verður í hesum høpi definerað sum tað, sum tú tekur í tali burturúr stovninum í mun til tað, sum er tøkt. Er t.d. 100 prosent veiðutrýst, so fiskar tú hvønn stert. Og fiskur veksur alla tíðina, men tann fiskur, sum tú tekur burturúr, veksur sjálvsagt ikki meira. Fiskar tú helvtina av stovninum eitt ár, og so aftur helvtina árið eftir, so er ikki meira enn 25 prosent av stovninum fyri tveimum árum síðani eftir.