Hjalti - Ársins Stjørnuskot 2008/09

Innstillaðir vóru 3 unglingar, sum hvør í sínum lagi hava staðið seg væl í farna kappingarárinum. Unglingar í sera stórari menning. Umframt Hjalta vórðu innstillaðir: Unglingaføroyameistarin, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági.

 

Tá talt varð saman, mettu telvararnir, at Hjalti hevði uppiborið heiðurin í ár, eftir eitt sera gott kappingarár. Styrkitalið er hækkað 255 stig og FM gull varð vunnið í 1. bólki á Páskum, umframt at FM heitið í U16 varð vunnið fyrr í kappingarárinum.

 

Umframt snotuliga minnisplátu, stuðlar Talvsamband Føroyar Ársins Stjørnuskoti við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina.

 

Skrivað/myndir: Jógvan Joensen.