Hjalti: Vit spæla av ¤¤¤¤¤¤¤ til

(Ljóðsamrøða frá Rás2) 10 málsskjúttin hjá Kyndli, Hjalti Mohr Jacobsen er sera harmur um avrikið ímóti Neistanum

- Vit spæla av ¤¤¤¤¤¤¤ til, so dýran tekur 10 málsskjúttin hjá Kyndli, Hjalti Mohr Jacobsen til aftaná 25-27 (12-14) tapið hjá Kyndli í grannauppgerðini ímóti Neistanum.

 

- Vit mugu taka í egnan barm, allir sum ein, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen, - Vit mugu hava meira geist á liðið. Vit hava eitt somikið gott lið, og so mikið góðar leikarar, at vit eiga at kunna vinna á Neistanum, sigur Hjalti Mohr Jacobsen í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.

 

- Tað er ov vánaligt, at vit ikki standa saman, sum eitt lið, og stríðast saman, sigur ein harmur Hjalti Mohr Jacobsen.

 

Leygardagin klokkan 18 spælir Kyndil ímóti KÍF í Kollafirði áðrenn teir fara í jólafrí.

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71143883097923
2VÍF144223606219
3KÍF143663452118
4Kyndil153983762217
5Neistin15372389-1714
6StÍF15412424-1210
7Team Klaksvík15308463-1551