Tann 28. mars kemur kendi sjeyti- og áttatiárabólkurin Slade til Føroya.
Konsert verður í høllni á Hálsi í Havn, og manningin í Hjarnar fer at spæla til dansin aftaná konsertina við Slade. Lagt er sostatt upp til eitt brak av einum rock-kvøldi.
Karl Martin Samuelsen, sangari, sigur, at manningin í klaksvíksbólkinum Hjarnar gleðir seg til at spæla, tá Slade koma á vitjan.
- Vit eru ógvuliga spentir til at fara á pall aftur. Nú er tað eitt sindur síðan, at Hjarnar hevur spælt alment, og er tað deiligt at hittast aftur, sigur Karl Martin Samuelsen.
Hevur Slade havt nakað at siga fyri tykkum, sum jú vóru virknir, tá Slade veruliga vóru í hæddini í sjeytiárunum og byrjanini av áttatiárunum?
- Vit spældu ikki nakað av Slade løgunum.Tað var møguliga ikki bara sum at siga tað at syngja teirra løg, Noddy Holder var ikki bara ein, ið man eftirlíknaði, hann sang framúr væl, og hevði eina høga rødd, eins og nakrir fáir sangarar um tað mundið, sum t.d. Robert Plant úr Led Zeppelin og Brian Johnson, Geordie og nú AC/DC, sigur Karl Martin Samuelsen.
Hvat fara tit væntandi at spæla hetta kvøld?
- Vit fara at spæla nógv av okkara egnu løgum, og sjálvandi eisini fleiri av teimum kendu løgunum, sum vit spældu til dans frá 1978 – 1998, sigur oddamaðurin í Hjarnar, Karl Martin Samuelsen.
Hesir manna Hjarnar:
Eyðun Nolsøe, bass, Hans Black, trummur, Karl Martin Samuelsen, sang, Jógvan Olsen, tangentar, Ólavur Øster, guitar og Graham Stewart, guitar.
Viðmerkjast kann, at fyrstu árini spældi eisini kendi Jørgen Dahl við í Hjarnar.
##med2##
##med3##
##med4##