Hjartað liggur í EB/Streymi

Tað sigur Arnbjørn Hansen, nú hann hevur skrivað nýggjan tvey ára sáttmála við EB/Streym. Landsliðsframherjin váttar, at hava tosað við HB.

Tað hevur verið eitt stórt trýst á leiðsluni í EB/Streymi síðani kappingarenda. Hóast liðið vann meistaraheitið, so hevur gingið strilti við at fáa spælarar at leingja sáttmálarnar, umframt at Sorin Anghel og Jónhard Frederiksberg hava skift til onnur feløg, og Pauli G. Hansen er givin. Tí var tað av stórum týdningi, at fáa menn sum Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen at leingja sáttmálarnar. Áhugi hevur verið fyri báðum spælarunum úr øðrum feløgum, og tað er ikki uttan orsøk. Teir eru eru millum sjónligastu spælararnir í føroysku kappingini.
Arnbjørn hevur í fleiri ár verið millum vandamiklastu framherjarnar í landinum, men hann er ikki sinnaður at spæla í EB/Streymi fyri ein og hvønn prís. Tí hevur ótrygga støðan í felagnum fingið Arnbjørn at umhugsa støðuna. Tá alt kom til alt, so komu viðurskiftini upp á pláss í felagnum, og so var lætt hjá landsliðsframherjanum at velja við hjartanum.

Ringt at skifta

Tað hevur gingið rúm tíð frá at kappingin endaði, til at Arnbjørn valdi at seta sína undirskrift á sáttmálan við EB/Streym. Leingi hevur ljóðað, at felagið hevur tað ringt fíggjarliga og skyldaði fleiri spælararum løn.
«Tað manglaði løn, váttar Arnbjørn, men leggur afturat, at ikki bara var lønin sum argaði.
«Eg tími ikki at spæla við einum liði, sum einki hevur at spæla fyri. Tí var tað týdningarmikið, at felagið skrivaði sáttmála við fleiri av hinum spælarunum, so sum Levi Hanssen, sigur Arnbjørn tá Sosialurin hittur hann til hondbóltsdyst millum KÍF og Kyndil.
«Øll viðurskiftini komu upp á pláss og tað er ringt at skifta, tí hjartað liggur í EB/Streymi, sigur Arnbjørn víðari.
Framherjin váttar, at hann hevur tosað við HB, men at tað ongantíð kom til veruligar samráðingar, tí EB/Streymur allatíð lá fremst í huganum. Hann viðgongur tó eisini, at hugurin hevur verið til at roynt okkurt nýtt, men at sleppa at royna seg í Champions League eisini er ein spennandi uppgáva, sum dregur.
Hann sigur tó, at hann ikki hevur kent nakað trýst á sær.
«Tað hevur verið eitt sindur av trýsti akkurát nú, men annars havi eg bara tikið tað púra róligt, sigur Arnbjørn.

Vil spæla á landsliðnum

Arnbjørn hevur fyrr fingið skotið í skógvarnar, at hann er nakað dovin og ikki altíð er í toppform. 2013 er eitt spennandi fótbóltsár við ikki færri enn sjey landsdystum, og Arnbjørn ætlar sær ikki at detta niður í millum, tá Lars Olsen skal velja sínar fyrstu ellivu.
«Tað kundi verið stuttligt at spælt frá byrjan onkuntíð, sigur Arnbjørn í sínum eyðkenda avslappa sinni.
Hann tykist meina tað sjálvt um hann eisini grínur eitt sindur aftaná at hava sagt tað. Arnbjørn var innskiftur í dystinum móti Írlandi á Tórsvølli og skoraði. Spurningurin er bara um tað er pláss fyri EB/Streymarinum í føroyskum landsliðsfótbólti, tí tað krevur so hart arbeiði frá øllum spælarunum. Nakað Arnbjørn sjáldan fær 13 fyri. Hinvegin, so er Arnbjørn kláur at taka dystin upp við hinar.
«Eg havi ansað eftir vektini í vetur fyri fyrstu ferð í fleiri ár, sigur Arnbjørn og flennur aftur.
Hann hevur skotið trý mál í 13 landsdystum og tað er ikki uttan grund metur hann.
«Ein orsøk er kanska tí eg nevniliga ikki havi runnið so nógv sum hinir. Tí eri eg ein hálvan metur frammanfyri mótstøðumannin, tá vit fáa bóltin, greiður Arnbjørn frá.
Hann tykist uppsettur upp á eitt spennandi kappingarár, men hann hevur eisini eitt serliga mál fyri komandi kappingarár.
«Tað kundi eisini verið stuttligt at komi víðari í Champions League. Tað er ikki á hvørjum ári at tú fær møguleikan at spæla har, sigur landsliðsspælarin.
Hann leggur afturat, at hann sjálvandi eisini vil verða við í stríðnum um meistaraheitið.

Hans Pauli heldur eisini fram

Í gjár kunngjørdi EB/Streymur, at Hans Pauli Samuelsen eisini hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið. Hann hevur eins og Arnbjørn verið ein lyklaspælari hjá EB/Streymi síðani 2006. Hans Pauli hevur verið settur í sambnad við millum annað Víking, men í gjár kom so ein tvey ára sáttmáli við EB/Streym upp á pláss.
Hans Pauli hevur mangan átt næst seinasta fótin á málunum hjá Arnbirni og hinum á liðnum. Tí er ongin ivi um, at hetta er ein týdningarmikil spælari, sum hevur longt við felagið.

Skil komið á

Tað er eitt sindur ringt at fáa greiðu á fíggjarligu støðuna hjá EB/Streymi, tí fleiri keldur søgdu í fjør, at fleiri spælarar hava ikki fingið sína løn fyri farna kappingarár. Arnbjørn váttar eisini, at løn er eitt av teimum viðurskiftunum, sum skuldi upp á pláss áðrenn hann helt fram.
Norðlýsið hevur sett fram spurningin um EB/Streymur eins og HB og B36 hava lánt pengar frá ríkmanninum, Poul Hansen. Ein annar møguleiki er, at felagið hevur tikið lán upp á Champions League pengarnar, sum felagið fær fyri at vinna FM í fjør. Tað er sum skilst ikki óvanligt, at feløg taka lán upp á teir pengarnar, tí tryggleikin fyri at pengarnir frá UEFA koma fram er ótrúliga stórur.
Sá tað illa út í EB/Streymi fyri nøkrum vikum síðani, so sær tað alsamt betri út nú. Levi Hanssen, Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen, Poul G. Olsen og Hans Pauli Samuelsen hava allir longt sáttmálan.
Støðan í felagnum er nú, at Sorin Anghel og Jónhard Frederiksberg hava skift felag og Pauli G. Hansen er givin, meðan Gunnar Zachariasen er komin úr B36. Enn er ógreitt um Egil á Bø heldur fram.