Størsta avbjóðingin í føroyska vælferðarsamfelagnum í dag og komandi árini, er vaksandi tørvurin á starvsfólkum innan heilsu- og røktarøkið. Framrokningar vísa greitt, at starvsfólkatrotið fer framhaldandi at vaksa komandi árini, samstundis sum talið av eldri borgarum hækkar. Tað verða færri at taka sær av fleiri. Tað er tí av alstórum týdningi, at hetta økið verður raðfest beinanvegin.
Stóra starvsfólkatrotið ger, at starvsfólkini, ið eru á økinum, mugu renna skjótari, taka fleiri vaktir og ja, sum heild taka stór eyka tøk fyri økið. Stóra arbeiðstrýstið hevur við sær, at fleiri starvsfólk velja økið frá, og tað er trupult fáa nýggj starvsfólk til.
Heilsu- og røktarstarvsfólk eru hjartað í okkara vælferðarskipan. Søguliga sæð hevur hetta økið verið niðurraðfest, tí talan er um sonevnd kvinnufak. Talan er um starvsfólk, ið dagliga eru um okkara veikastu borgarar og tey møta okkum, tá lívið er mest sárbart. Tá eru tey har og veita okkum ta hjálp, okkum tørvar, eru um okkum og taka sær av okkum, tá vit ikki sjálvi megna tað.
Tað er av alstórum týdningi at raðfesta hetta økið, so at starvsfólk trívast og støðast, og nýggj starvsfólk leggjast afturat. Sum ein liður í hesum skulu starvsfólk á heilsu- og røktarøkinum fáa ein árligan skattafrádrátt á kr. 25.000. Ein slíkur frádráttur gevur verandi starvsfólkum ein uppibornan ágóða, samstundis sum hann kann eggja nýggjum starvsfólki at starvast á økinum.
X við Jónleyg J. Bech
X við Sambandsflokkin











