Tað var nógv orðaskifti og harðar samráðingar, tá Havnar Arbeiðsmannafelag kravdi, at arbeiðsgevararnir skuldu eina krónu í ein eftirlønargrunn. Onnur fakfeløg vildu hava hesa krónuna upp á lønina. Men Havnar Arbeiðsmannafelag fekk sína vilja ígjøgnum, og við hesum varð grundarlag lagt fyri einum eftirlønargrunni.
Summi høvdu hug at smírast, men limirnir í arbeiðsmannafelagnum fegnaðaust, tá teir nøkur ár seinri fingu sína egnu eftirløn, sum var nøkurlunda tann sama sum fólkapensjónin. Harafturat hevur eftirlønarkassin kastað nógvan pening av sær til felagið, tí peningurin er læntur út, og rentuinntøkan hevur nørt um ognina, og tað gevur eisini styrki.
Eisini hildu summi, at tað var ikki rætt, at Havnar Arbeiðsmannafelag teknaði eina lívstrygging fyri limir sínar. Pengarnir áttu heldur at verið settir í ein vekfalsgrunn. Verkfalsgrunnar er eisini neyðugur í fakliga stríðnum, men ikki skerst burtur, at mong einkja og mong børn hava verið fegin fyri lívstryggingina, sum tey fingu eftir mannin ella pápan.
Sunnudagin vóru 25 ár liðin síðani Karl Johansen fyrstu ferð varð valdur til formann í Havnar Arbeiðsmannafelag. Og teir nevndu batar kunnu arbeiðsmenninir í Havn fyrst og fremst takka Karli Johansen fyri. Harafturat lótu hesir batar eyguni upp hjá øðrum fakfelagsfólkum, tí fólkapensjónin er ikki nóg mikið í dag, og verður tað valla í framtíðini. Síðani hava onnur fakfeløg fingið sínar eftirlønargrunnar. Men hesir skipaðir á tann hátt, at limirnir fáa eina eftirløn, sum svarar til inngjaldið. Grunnurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag er afturímóti ein samhaldsfastur grunnur, og eftir hesi skipan fáa allir limir ta somu eftirlønina, líka mikið, hvussu nógv teir hava goldið inn.
Tað er ikki hvørs mans føri at standa á odda í fakliga stríðnum eina fjórðingsøld. Men nú kemur Karl upp í liðið saman við Óla Jacobsen, meðan tað enn resta nøkur ár í hjá einum øðrum markantum fakfelagsleiðara, Ingeborg Vinther. Fakliga arbeiðið er fjølbroytt og ymiskt frá felag til felag. Í síni tíð snúði tað seg fyrst og fremst at fáa nøkur oyru upp á krónuna, men so ásannaðu teir tilvitandi oddamenninir, at fakliga stríðið er eitt stríð fyri sosialum rættvísi, og uttan politiska ávirkan ber ikki til at røkka teimum stóru samfelagsligu málunum. Teir tóku seg tí saman at stovna ein politiskan flokk, og í samstarvi eru nógv mál rokkin - mál sum í dag eru sjálvfylgjur fyri tey yngru ættarliðini.
Tá Karl Johansen fekk sín elddóp í sáttmálasamráðingum, var tað saman við m.a. Andreu Árting - ein legenda í føroyskari fakfelagsrørslu - sum eftir hesar samráðingar rósti tí unga Karl. Hetta var í 1977, og ta ferðina eydnaðist tað fáa arbeiðskvinnunum somu løn, sum menninir fingu. So næsta ár eru 25 ár síðani hesin sigurin varð vunnin í samband við javnrættindi og rættvísi.
Hóast hesi framstig, skerst ikki burtur, at arbeiðslønin er ov lág í mun til kostnaðarstigið í landinum. Tíverri tykist lønarójavnin at økjast. Tað merkir, at í hesum tíðum eru stór tøk at taka hjá arbeiðrafeløgunum. Karl, Ingeborg og øll hini hava tí stórar avbjóðingar fyri framman. Men við hesum ynskja við Karl Johansen tillukku við 25 ára degnum sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og ynskja honum og felagnum góðan byr.