Hjartaliga vælkomin á jóansøku øll somul

VB:

Vágs Bóltfelag vil við hesi heilsan bjóða øllum vælkomnum á jóansøku. Okur bjóða aftur í ár eina fjølbroytta skrá, ið er komin til høldar í einum sera góðum samstarvi millum Vágs Bóltfelag, Vágs Svimjifelag, Vágs Kappróðrarfelag, Skótarnar í Vági og dansifelagið Jómsvíkingar.
                      Okkara greiða mál er at leggja alla orku í at skipa so væl fyri, at stevnugestir og bygdarfólkið kennir seg væl. Okur gleða okkum at taka ímóti tykkum, okkara gestum úr bygd og bý, og vera saman við tykkum og njóta vikuskiftið ? vónandi í røttum jóansøkuveðri.
                      Fótbóltur, kappróður, tivoli, dansur, listaframsýningar, konsertir, skrúðgonga, midnáttarsangur og mangt annað er partur av forvitnisligu tiltøkunum á jóansøku hesaferð.
                      Hjá VB er stóra hæddarpunktið á jóansøkuni dysturin í 1. deild ímóti GÍ. Okur fara sjálvandi at spenna okkum út, fyri at geva okkara áskoðarum, og øllum jóansøkugestum annars, ein góðan dyst og leggja sjálvsagt doyin á at vinna, nú niðurteljingin til 100 ára dagin tann 5. juni 2005 er byrjað.
 
Góða jóansøku
 Vágs Bóltfelag