Í kvøld klokkan 19.45 spælir NSÍ fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League móti søguríka finska liðnum, HJK Helsinki sum fýra ferðir áður hevur sent føroysk lið úr evropeiskum kappingum.
Í Runavík vóna tey, at mong møta upp á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík fyri at stuðla NSÍ.
Hóast útivøll er HJK favorittur hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 3,58 og 4,20.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 4,20.
Oddsini upp á útisigur til HJK liggja millum 1,73 og 1,84.
HER eru oddsini:
##med2##