HM-dystir á skránni

Mikukvøldið eru nógvir dystir í HM-undankappingini á skránni.
Í okkara bólki er ein dystur. Hesin verður í Nicosia á Cypros, har heimaliðið tekur ímóti Ísrael.
Fyrri dysturin teirra millum varð leiktur í september mánaði, og tá vann Ísrael 2-1 í Tel Aviv.
Danir spæla eisini landsdyst mikukvøldið. Hesin er á útivølli móti Georgia. TV3 sendir beinleiðis frá dystinum kl. 17.