HM: Egyptaland vann søguligan endaspælssigur

Egyptar skutu trý mál innanfyri 24 minuttir

Mynd: Ritzau Scanpix

Ein HM-dystur var á miðjari nátt - føroyska tíð - har Egyptaland og Ný Sæland spældu dyst í innleiðandi HM-bólki G á BC Place leikvøllinum í Vancouver. 

 

Egyptaland vann dystin 3-1, men tað var Ný Sæland, ið fekk betru byrjanina. 

 

Tá eitt korter var leikt stútaði Finn Surman Ný Sæland á odda 1-0 aftaná eitt hornaspark. Í seinna hálvleiki skoraðu egyptar trý mál innanfyri 24 minuttir. Mostafa Ziko legði fyri við einum góðum stútara í 58. minutti. Níggju minuttir seinni legði Mohamed Salah Egyptaland á odda 2-1 við einum væl plasseraðum skoti. Eitt korter seinni staðfesti Trezeguet sigurin.

 

Talan er um søguligan sigur hjá egyptum, ið vunnu fyrsta HM-endaspælssigurin nakrantíð.

 

Egyptaland er fremst í bólkinum við fýra stigum. Belgia og Iran hava tvey stig hvør, meðan Ný Sæland hevur eitt stig.

 

Leygarmorgunin klokkan fýra vera dystirnir í triðja og seinasta umfarinum leiktir samstundis. Dystirnir eru Egyptaland-Iran og Belgia-Ný Sæland.

 

Ný Sæland-Egyptaland

1-0 Finn Surman ('15 )

1-1 Mostafa Ziko ('58 )

1-2 Mohamed Salah ('67 )

1-3 Trezeguet ('82 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ný Sæland og Egyptaland.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix