Í nátt klokkan trý - føroyska tíð - leggur Svøríki fyri í innleiðandi HM-bólki F við dysti móti Tunesia á Estadio BBVA leikvøllinum í Monterrey í Meksiko.
Svøríki hevur favorittleiklutin í dystinum. Hini bæði liðini í bólkinum, Niðurlond og Japan spæla í kvøld klokkan 21 á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas.
Á tíðindafundi hjá svenska landsliðnum fekk enski landsliðsvenjarin hjá Svøríki spurningin frá donskum tíðindamanni um hann var so væl umtóktur av svensku fjepparunum, tí hann ikki er dani, sipandi til undanmannin, Jon Dahl Tomasson.
Svensku fjeppararnir eru sera fegnir um hvussu Graham Potter fekk svensku skútuna á beint aftur.
Graham Potter segði seg ikki kunna vita hvat svensku fjeppararnir hugsa. Seinni á tíðindafundinum skemtaði hann tó við, at hann ikki er dani.
HER ber til frá danska TV2 at síggja og hoyra spurningin hjá danska tíðindamanninum, og svarið hjá Graham Potter, og løtuna tá hann seinni skemtaði við tí.











