HM-endaspæl í trimum heimspørtum oyðileggur kappingina

Gamli FIFA-forsetin, Sepp Blatter finst harðliga at ætlanunum hjá FIFA fyri HM-endaspælinum í 2030

- Eitt HM-endaspæl í 2030, ið skal avgreiðast í trimum heimspørtum fyri at oyðileggja kappingina.

 

So avgjørdur er gamli FIFA-forsetin, Sepp Blatter um ætlanirnar hjá FIFA um, at HM-endaspælið í 2030 skal avgreiðast í Marokko, Spania, Portugal, Uruguay, Argentina og Paraguay.

 

- Eitt HM-endaspæl í fótbólti eigur at vera eitt kompakt ítróttartiltak, ið verður avgreitt í einum landafrøðiligum øki sum er bara í einum heimsparti, sigur Sepp Blatter.

 

Í 2030 eru 100 ár síðani fyrsta HM-endaspælið í fótbólti var leikt í Uruguay. Tí heldur Sepp Blatter, at HM-endaspælið í 2030 eigur at vera í Uruguay, Argentina og Paraguay, og ikki í trimum heimspørtum við ymiskum tíðarsonum.