Eitt sum fólk minnast best frá HM-endaspælinum í 2010, ið var leikt í Suðurafrika er sonevnda: "Vuvuzela", ið hevur eitt ógvuliga máttmikið og monotont ljóð, fyri ikki at siga irreterandi ljóð.
Sama heystið í 2010 var onkur vuvuzela at hoyra í Føroyum.
Nú ætlar FIFA tó, at tíðin við vuvuzela til HM-endaspøl skal vera ein farin tíð. FIFA hevur nevnliga sett bann ímóti brúki av vuvuzela. Hetta skrivar tíðindastovan, Reuters.
Men FIFA steðgar ikki við vuvuzela. Altjóða fótbóltssamgongan bannar eisini bríkslum, trompetum og øðrum ljóðførum, ið kunnu elva til tað FIFA nevnir: "óneyðugan høgan gang".
Júst trompet/irnar hava verið ein trumfur hjá fjepparafelagnum, Skansanum til heimadystir hjá Føroyum. Vónandi fer FIFA ikki víðari við tí banninum, so tað umfatar undankappingardystir.
Komandi hóskvøld klokkan 20 byrjar HM í fótbólti hjá monnum. Setanardysturin verður við júst somu liðum sum fyri 16 árum síðani í 2010, Meksiko og Suðurafrika.











