27 mál í teimum seinastu 14 kappingardystunum fyri Noreg.
So ótrúlig eru tølini hjá 25 ára gamla norska áleyparanum, Erling Braut Haaland.
Haaland hevur eisini fleiri mál enn landsdystir. Í 54 landsdystum hevur hann skotið 62 mál. Hann hevur also eitt upp á 1,15 mál pr. landsdyst.
Fyri Manchester City hevur Haaland higartil skotið 112 mál í 132 kappingardystum. Fyri Borussia Dortmund skoraði hann 62 mál í 67 kappingardystum. Í Red Bull Salzburg megnaði Haaland fleiri mál enn dystir. Tá gjørdist talan um 17 mál í 16 kappingardystum.
Til samanberingar, so skoraði Ferenc Puskas í 85 landsdystum, tíðarskeiðið 1945-1956: 84 mál fyri Ungarn. Puskas hevði tó kunnað skotið fleiri mál fyri Ungarn, var hann ikki flýggjaður vesturum í 1956.
Í hesum HM-endaspælinum hevur hann skotið sjey mál í fýra dystum. Lionel Messi og Kylian Mbappé hava eisini skotið sjey mál, men teir hava spælt fimm dystir hvør.
HM-fjórðingsfinalan millum Noreg og Ongland verður leikt á Hard Rock leikvøllinum í Miami, leygarkvøldið klokkan 22.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










