Tað júst lidna HM-endaspælið í hondbólti, sum varð spælt í Danmark og Týsklandi, setti nýtt áskoðaramet. Hetta kom fram á tíðindafundi í Herning í dag.
- Í Týsklandi í 2007 settu vit met við 750.000 áskoðarum, men í hesum endaspælinum hava verið umleið 900.000 áskoðarar, greiddi IHF-forsetin, Dr. Hassan Moustafa, frá.
Talið er á áskoðarum, sum vóru í høllini og hugdu at dystunum. Í HM-finaluni ímillum Danmark og Noreg í Herning í gjár vóru 15.003 áskoðarar tilstaðar.
Nærum annarhvør danskari sá finaluna í sjónvarpinum í gjár. Hyggjaratølini siga, at 2,74 milliónir hugdu. Útvið 1,6 milliónir hyggjarar hugdu á DR1, meðan hin góða 1,1 milliónin hugdi á TV2.