HM í fótbólti verður fyri náttarravnar

Nógvir innleiðandi dystir vera leiktir seint á kvøldi og um náttina, føroyska tíð

Tey flestu fótbóltsáhugaði í Føroyum fáa langt frá høvið at síggja allar innleiðandi dystirnar í teimum 12 innleiðandi bólkunum í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada.

 

Dystarbyrjanirnar í innleiðandi bólkaspælinum eru - føroyska tíð - klokkan 20, klokkan 23, á midnátt, klokkan eitt um náttina, klokkan tvey um náttina, klokkan trý um náttina, og klokkan fýra um náttina. Onkur hendinga dystur byrjar klokkan 17 ella klokkan 18, føroyska tíð.

 

So vit vera mong, ið fara at hyggja eftir samandráttum frá teimum ymisku dystunum frá innleiðandi bólkaspælinum.

 

Tó vera hálvfinalurnar leiktar ávikavist klokkan 19 og 20, og finalan verður leikt klokkan 20, føroyska tíð. Bronsudysturin byrjar tó klokkan 22, føroyska tíð.

 

HM-endaspælið byrjar 11. juni, og endar 19. juli. Heili 48 landslið fara at kappast í HM-endaspælinum.