Tað er stórur spenningur í fótbóltsheiminum, nú lutakastið til HM-endaspælið í Russlandi komandi summar fer fram í morgin. Lutakastið verður í State Kremlin Palace, har tað er pláss fyri 6.000 áskoðarum.
32 lond eru við í HM-endaspælinum, og lutakastið í morgin fer at býta londini í átta bólkar við fýra londum í hvørjum bólki. Vertstjóðin Russland er longu koyrt í bólk A og spælir fyrsta dystin í kappingini 14. juni.
Lutakastið verður í morgin kl.15.00 føroyska tíð. DR1 sendir beinleiðis frá lutakastinum, har bólkarnir verða settir saman av einum landi úr hvørjum styrkislagi. Styrkisløgini síggjast niðanfyri:
Lag 1
Russland, Týskland, Brasilia, Portugal, Argentina, Belgia, Pólland, Frakland
Lag 2
Spania, Peru, Sveis, Ongland, Kolumbia, Meksiko, Uruguay, Kroatia
Lag 3
Danmark, Ísland, Kosta Rika, Svøríki, Tunesia, Egyptaland, Senegal, Iran
Lag 4
Serbia, Nigeria, Avstralia, Japan, Marokko, Panama, Suðurkorea, Saudi Arabia