HM: Noreg og Svøríki komu væl frá landi

Norski málverjin bjargaði 62 prosent av málroyndunum

 

 

Talan er um endaspæl nummar 24 hjá 45 ára gomlu Katrine Lunde (Mynd: Ritzau Scanpix)

Kvinnulandsliðini hjá Noreg og Svøríki fingu eina góða byrjan upp á HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

 

Í bólki G, ið verður spældur í Stuttgart í Týsklandi løgdu tær svensku fyri við einum greiðum 31-23 sigri á Kekkia. Í steðginum var Svøríki á odda 17-13.

 

Emma Lindqvist og Clara Lerby vóru toppskjúttar hjá Svøríki við seks málum hvør. Toppskjúttar hjá Kekkia vóru Valerie Smetkova við seks málum, og Charlotte Cholevová við fimm málum.

 

Í sama bólki vann Brasil ein knúsandi 41-20 stórsigur á Kuba. Tær kubansku vóru frægari við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Brasil á odda 18-13.

 

Toppskjúttar hjá Brasil vóru Alexandra Martinez við sjey málum, og Jamily Félix við seks málum. Toppskjútti hjá Kuba var Jennifer Toledo við átta málum.

 

Brasil og Svøríki hava tvey stig hvør. Kekkia og Kuba hava einki stig. 

 

Bólkur G, Stuttgart, Týskland:

 

27. november:

 

Brasil – Kuba 41-20

 

Svøríki – Kekkia 31-23

 

29. november:

 

Brasil – Kekkia, kl. 17.

 

Kuba – Svøríki, kl. 19.30.

 

1. desember:

 

Kekkia – Kuba, kl. 17.

 

Svøríki – Brasil, kl. 19.30.

 

Í bólki H, ið verður spældur í Trier legði Noreg fyri við stórsigri 34-19 á Suðurkorea. Stóra søgan var, at 45 ára gamla Katrine Lunde, ið tekur lut í sínum endaspæli nummar 24, bjargaði 62 prosent av málroyndunum. Katrine Lunde hevur boðað frá, at hetta verður hennara seinasta endaspæl.

 

Toppskjútti hjá Noreg var Henny Reistad við 10 málum. Thale Rushfeldt Deila skoraði fýra mál. Toppskjútti hjá Suðurkorea við fýra málum var Jieun Song.

 

Í sama bólki vann Angola stórsigur 38-20 (21-9) á Kasaktstan.

 

Toppskjúttar hjá Angola vóru Bernardeth Carla við fimm málum, og Belo Helena, Paulo Vilma, Nenganga Albertina Kassoma og Balbina Nunda við fýra málum hvør. Toppskjútti hjá Kasakstan var Zhanerke Kuandykova við átta málum. 

 

Noreg og Angola hava tvey stig hvør. Suðurkorea og Kasakstan hava einki stig. 

 

Bólkur H, Trier, Týskland 

 

27. november:

 

Angola – Kasakstan 38-20

 

Noreg – Suðurkorea 34-19

 

29. nvember:

 

Angola – Suðurkorea, kl. 17.

 

Kasakstan – Noreg, kl. 19.30.

 

1. desember:

 

Suðurkorea – Kasakstan, kl. 17.

 

Noreg – Angola, kl. 19.30.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Talan er um endaspæl nummar 24 hjá 45 ára gomlu Katrine Lunde (Mynd: Ritzau Scanpix)