HM: Nú hevur Messi vunnið næstflest fríspørk í HM-søguni

Diego Maradona er leikarin í HM-søguni, ið hevur vunnið liði sínum flest fríspørk

Greiningarfyritøkan Opta ger nógv burturúr ítróttarhagtølum.

 

Opta hevur roknað uppá hvørjir leikarar hava vunnið liðið sínum flest fríspørk síðani HM-endaspælið í Onglandi í 1966. 

 

Lionel Messi sum saman við argentinsku liðfeløgunum skal spæla HM-hálvfinalu í kvøld klokkan 19 er næstfremst á listanum.

 

Messi hevur higartil í teimum HM-endaspølunum hann hevur tikið lut í vunnið Argentina 65 fríspørk.

 

Landsmaðurin hjá Messi, legendariski Diego Maradona er langt fremst á listanum. Diego Maradona vann undir HM-endaspølunum í 1982, 1986, 1990 , og í 1994 heili 152 fríspørk fyri Argentina.

 

Topp 5 listin hjá Opta sæst her: 

 

##med2##