Høgni er fremstur

Í 3. umfari í FM í talvi, sum verður klokkan 17, hittast Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen

Klokkan 17 í dag verður farið undir triðja umfar í FM í talvi fyri einstaklingar, sum í hesi vikuni er í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Eftir tvey umfør er Høgni Egilstoft Nielsen einsamallur við fullum stigatali. Eitt talv restar frá øðrum umfari. Talvið millum Margar M. Berg og Rógva Egilstoft Nielsen í øðrum umfari er ikki telvað enn.

Millum talvini, sum eru á skránni seinnapartin í dag, er, tá ið brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hittast. Teir báðir verða roknaðir millum favorittarnar at vinna kappingina.  Tveir aðrir, sum verða roknaðir at vera millum teir stinnastu, eru Martin Poulsen og Ólavur Simonsen. Innanhýsis uppgerðin teirra millum í fyrsta umfari endaði remis. Í gjár vunnu teir báðir.

Kappingin heldur fram inntil leygardagin.

 

2. umfar

Rani Nolsøe-Rani Baldorsson ½ - ½

Tummas Martin Sólsker-Ólavur Simonsen 0-1

Martin Poulsen-Heiðrikur T. Jacobsen 1-0

Hans Kristian Simonsen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1

Margar M. Berg-Rógvi Egilstoft Nielsen

 

 

Í dag klokkan 17.00

Tummas Martin Sólsker-Randi Baldursson

Martin Poulsen-Rani Nolsøe

Hans Kristian Simonsen-Ólavur Simonsen

Margar M. Berg-Heiðrikur T. Jacobsen

Rógvi Egilstoft Nielsen-Høgni Egilstoft Nielsen