Tað hevur vakt eitt sindur ans, at teir stóru partaeigararnir í BankNordik ætla at skifta alla nevndina út í einum, nú tá ið aðalfundur verður aftur. Ein av teimum, sum undrast, er Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi og nú hevur hann eisini reist málið á Løgtingi.
Landskassin eigur 35 prosent av BankNordik og er sostatt tann størsti, einstaki partaeigarin. Og nú hevur Høgni Hoydal spurt Bárð Nielsen, løgmann, hvør hevur tikið stig til at skifta alla nevndina í BankNordik út, og hví tað verður gjørt. Høgni Hoydal við eisini hava at vita, hví løgmaður hevur tikið undir við, at tað verður gjørt.
Men hann fær einki at vita frá løgmanni. Løgmaður vísir á, at BankNordik er skrásett á virðisbrævamarknaðinum og tí kann hann ikki endurgeva samrøður, hann hevur havt við stóru partaeigararnar í bankanum. Hann sigur, at hann varð kunnaður um ætlanina, og somuleiðis hava teir stóru havt fund um, hvørjir teir nýggju nevndarlimirnir skulu vera. Teir stóru partaeigararnir eru Tjaldur og Framherji, sum eiga fimm prosent í part, Lind Invest eigur 12 prosent, Protector Forsikring ASA, eigur 11 prosent og Føroya landsstýri eigur 35 prosent, og tilsamans eiga hesir partaeigararnir 68 prosent av bankanum.
Løgmaður vísir eisini á, at BankNordik er eitt partafelag og partaeigararnir vænta sær eisini eitt avkast. Tað eru stjórnin og nevndin í bankanum, og í síðsta enda, er tað aðalfundurin hjá bankanum, ið gera av um vinningsbýti skal latast, og hvussu stórt tað skal vera.
Somuleiðis eru tað stjórn og nevnd bankans, ið gera av, hvussu væl bjálvaður bankin skal vera. Avgerðin er grundað á, hvat verður mett at vera best fyri virksemi hjá bankanum, sigur løgmaður.
Landsstýrið hevur einans 10 prosent av atkvøðunum á aðalfundinum. Tað eru umleið 6.000 føroyskir partaeigarar í bankanum, og tilsamans eiga teir 59 prosent av partapengunum - og tá er parturin hjá landsstýrinum taldur við. Danskir partaeigarar eiga 21 prosent av bankanum og norskir partaeigarar 11 prosent. Síðani er eitt stórt lop niður til íslendskar partaeigarar, sum eiga eitt prosent.
– Sostatt er meirilutin av partapeninginum á føroyskum hondum, og størsti parturin av vinningsbýtinum verður goldin til eigararnar í Føroyum, og tað er at fegnast um, sigur løgmaður. Hann fegnast eisini um, at útlendingar eru sinnaðir at gera íløgur í Føroyum, eins og føroyskir íleggjarar kunnu gera íløgur í aðrastaðni.