Högni Reistrup við nýggjari plátu

Fjórða útgávan hjá Högna Reistrup kemur út í dag

Fjórða útgávan hjá Högna Reistrup kemur út í dag. ”Áðrenn vit hvörva” er heitið á útgávuni, ið er givin út á plátu, fløgu og talgilt.

 

 

Løgini ”Vegurin” og ”Kanska lívið eldist tá eg skilji tað” hava verið nógv at hoyrt í luftbornu miðlunum seinastu mánaðirnar. Og í dag letur Högni Reistrup úr hondum fjórðu útgávu sína ”Áðrenn vit hvörva”.

 

 

Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson hava framleitt nýggja tilfarið, sum er tikið upp í Berlin og Reykjavík.

 

 

Í 2007 kom ”Hugafar á ferð” út.”Trý fet frá tilveruni” kom út í 2010 og ”Samröður við Framtíðina” í 2011.

 

 

Á útgávuni eru 11 skeringar á føroyskum. ”Áðrenn vit hvørva” fæst á sølustøðum kring landið. Til ber eisini at hoyra nøkur løg á netinum – millum annað lagið "Vegurin".