Hørður og Gilli møtast í donsku steypakappingini

1. november tekur AB móti Vejle í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini

Ígjár trekti danska fótbóltssambandið lut til áttandapartsfinalurnar í donsku steypakappingini.

 

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at stórur møguleiki er fyri einari føroyingauppgerð 1. november.

 

1. november tekur liðið hjá Hørði H. Askham, AB úr triðbestu deildini móti liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Vejle sum spælir í superliguni.

 

Vejle Folkeblad nevnir lutakastið eitt dreymalutakast fyri liðið úr Vejle.

 

Sama dag tekur liðið hjá Martini Agnarssyni, Viborg móti Nordsjællandi á heimavølli í teirra áttandapartsfinalu í steypakappingini.