Tað var av ringasta kavaroki í gjárkvøldið og tað var ikki fyrr enn nakað eftir midnátt, at tað hæsaðu av aftur. Tað var í miðøkinum, í norðurøkinum og í vesturøkinum, at kavarok var og løgreglan sigur, at hesar tímarnar tað leikaði á, stóðu himmal og hav í einum, tað var eisini fleiri bilførarum, sum rendu seg fastar. Veðrið var so ringt, at bilar stóð eisini fastur á sløttum inni í sjálvari Havnini.
Tað merkti eisini, at telefonirnar ringdu uttan íhald um fólk, sum høvdu rent seg í óføri ymsastaðni. Landsverk fekk ikki grivið undan, so teir góvust rættiliga skjótt at grava á Oyggjarvegnum og til Funnings, Gjáar, Oyndarfjørð og Hellurnar.
Les meiri um tað her: Ódnarveður: Løgreglan ávarar bilførarar - nógvir vegir stongdir
Fleiri aðrir vegir vórðu eisini stongdur, fyrst var tað Vestmannavegurin, sum varð stongdur og tað var vegurin til og úr Vágum, eisini. Løgreglan sigur, at bæði í Vestmanna og í Sandavági fóru fólk frá sløkkiliðnum at blokera fyri ferðsluni, so at eingin slapp úr bygdunum og hinumegin varð fólk eisini sett at forða fyri, at fleiri bilar fóru at til Vestmannar og í Vágar og bummarnir í Vágatunlinum vórðu settir fyri.
Løgreglan sigur, at tað var serliga á Oyggjarvegin, og ikki minst á Høgareyni oman fyri Vestmanna, at nógvir bilar stóðu fastir og har fingu tey so tann trupulleikan afturat, at ein lastbilur var komin at standa tvørt fyri á vegnum.
Tað gjørdi ikki støðuna frægari, at eitt flogfar við 170 fólkum var á veg til Føroyar úr Keypmannahavn, mem tað sveimaði eina góða løtu yvir Føroyum, áðrenn tað fekk sett seg. Ikki fyrr enn klokkan 22.37 eydnaðist tað loksins flogfarinum at seta seg, men løgreglan sigur, at hýruvognar og leigubussar fingu boð um ikki at fara vestur beinanvegin tí tað var ikki koyrandi.
Hinvegin fór Landsverk at grava og tað eydnaðist at grava so frægt, at ferðafólkini sluppu av flogvøllinum og til húsar. Tað eydnaðist eisini at fáa bilarnar, sum høvdu rent seg fastar, leysar aftur.
Les meiri her: Nýtt um illveðrið: Hjálpa nú ferðafólki heim av flogvøllinum
Fólkini hjá Landsverki høvdu nakrar strævnar tímar, so tá ið ferðafólkið frá flogfarinum vóru fingin til húsar, góvust teir at grava, men teir tørnaðu til aftur klokkan seks í morgun at rudda kava av vegunum..
Nú er veðrið hæsað av aftur, men tað er framvegis ikki koyrandi til Gjáar, segði Landsverk nú klokkan níggju í morgun, og á Oyggjarvegnum eru ring líkindi at koyra. Samstundis ávarar Landsverk um, at tað er hált og glerstoytt í støðum um alt landið, so tey heita á bilførarar um at koyra varliga.