- Vit meta at kommunan hevur svikið okkum, og at talan er um eitt greitt brot á kommunusamanleggingarsáttmálan. Stemningurin er so ringur í bygdina í løtuni, at um fólkaatkvøða hevði verið um málið í dag, so hevði tað verið 100 prosent undirtøka fyri loysing frá Runavíkar kommunu.
Tað sigur Hans Jákup Johannesen, talsmaður fyri Skálanevndina, nú Skálanevndin hevur kært Runavíkar kommunu til Kommunala Eftirlitið fyri teirra handfaring av niðurleggingini av eldrasambýlinum í bygdini.
Í kæruni vísir nevndin til, at tað var ein partur av sáttmálanum, at eldrasambýlið ikki skuldi niðurleggjast í bygdini, men heldur at Runavíkar kommuna skuldi gera tær umbyggingar lidnar, ið Skála kommuna hevði sett hol á.
Í staðin meta bygdafólk nú, at Runavíkar kommuna hevur slept teimum á fjall, fyri heldur at gera íløgur í sambýlir í bygdum, ið ikki eru partar av kommununi.
- Skála kommuna byrjaði umbyggingina av eldrasambýlinum í bygdini, og avtalan var, at Runavíkar kommunu skuldi halda fram. Í hesum valskeiði, hevur kommunan eisini bæði prosjektera og gjørt eina kostnaðarmeting av umbyggingini av eldrasambýlinum.
- Men í staðin er kommunan farin í eitt samstarv við Nes kommunu og Sjóvar kommunu um eldraøki. Tað hevur ført við sær, at Runavíkar kommuna hevur brúkt 6,4 milliónir krónur upp á eitt eldrasambýli á Nesi og 10-11 milliónir upp á eitt á Strondum. Tað hevði verið munandi bíligari at gjørt sambýlið á Skála liðugt, enn at brúkt hasar 16-17 milliónirnar, ið kommunan hevur brúkt á sambýlir hjá øðrum, sigur Hans Jákup Johannesen.
Hans Jákup Johannensen fýlist eisini á grundgevingina hjá borgarstjóranum, Magnus Rasmussen, um at tørvur ikki er á fleiri plássum til eldri, nú kommunan hevur gjørt avtalur við aðrar kommunur um eldraøkið.
- Tað passar ikki. Sum nú er, so er øll sambýlini full, og vit hava víst kommununi á, at bara í Skála og Skálafirði eru umleið 92 borgarar, ið eru eldri enn 80 ár. So tørvurin er stórur.