HOGNI við nýggjum lagi

Hetta er sjeynda útgávan frá Høgna Lisberg, ið hevur givið seks plátur út frá 2003 til 2014

Lagið “Simple Man” er úti 10. apríl, og hetta er fyrsta staklagið av komandi plátu hjá HOGNI, sum kemur út í heyst.

Ein ørgrynna av løgum hjá Høgna hava verið brúkt í sjónvarpi og serium. Seinast av hesum var Netflix serian “No Te Puedes Esconder”, ið serliga hevur gjørt um seg í spanskttalandi londum.

Eisini hava løg verið í telduspølum, sum NBA 2K11 og NBA 2K16, umframt í ítrótti til US Open og UFC. Eisini hava Carhartt klæðnamerkið og Subaru bilar brúkt tónleikin í lýsingarátøkum.

Hoyr nýggja lagið "Simple Man" her:

##med2##

Hetta er tað fyrsta, sum kemur út síðani 2014, undantikið eitt vetrar-/jólalag, sum kom út í 2019 (“The Lady Of Mocksby”).

– Orsøkin til longu pausuna er, at Høgni hevur arbeitt við eini ørgrynnu av øðrum verkætlanum, har serliga leikluturin sum syngjandi trummuleikari hjá Eivør hevur fylgt nógv hesi seinastuni árini, við ferðum og nógvum hundrað konsertum kring allan vesturheimin, verður sagt í tíðindaskrivi.

Sambært hagtølunum, so eru lurtarar hjá HOGNI úr øllum heimi, við fylgjandi londum í top 3: USA, England, Australia.

Allir samstarvarar eru teir somu, sum hava verið við seinastu nógvu árini:

James Thomas hevur framleitt og ljóðblandað í felag við Høgna Lisberg. Jan Eliasson hevur masterað. Petur Hansen hevur gjørt kápumyndir, grafiskt arbeiði og videoir.