Lagið kemur digitalt út kring allan heim í dag, hósdag 12. sept.
Umframt at hava brúkt strúkarakvartett og klassiskt slagverk fyri fyrstu ferð, eru hesieisini fyrstu løgini Høgni Lisberg syngur á føroyskum. Fyrsta lagið í røðini nevndist "Fólkið íSprekkunum", og hettar gjørdist "Plettskotið" hjá Kringvarpinum beint áðrenn tað komút 1. aug. Lagið "Drukni" kom út 22. aug. Fjórða og seinasta lagið í røðini kemur út 3. okt.
Hyggja vit at youtube hagtølum, so sæst, at tónleikurin hjá Høgna er serliga vælumtóktur í USA, UK, Canada, Australia og Týsklandi. Fyrr í ár hevur Høgni haft upptil 150.000 plays um mánaðin á Spotify og 250.000 plays um mánaðan á síniyoutube-kanal (youtube.com/ hognilisberg). Í 2012 hevði HØGNI lag við ílandsdekkandi sjónvarpsátaki í USA hjá CBS fyri US Open í Tennis, og í ár eyðnaðistaftur at fáa eitt lag við, nevniliga lagið "Soul Company".
HØGNI gevur í dag sín tónleik út digitalt um allan heim á egnum plátufelag, MahogniMusic. Tutl tekur sær av allari fløgusølu.
Um lagið "Villir Hundar":
Høgni Lisberg hevur spælt inn og lagt til rættis, Jan Rúni Poulsen hevur spælt ymiskt
klassiskt slagverk, Ida Nørholm hevur spælt cello, James Thomas hevur endaliga ljóðblandað og Petur Hansen hevur gjørt permumyndina.
Villir Hundar á iTunes: itunes.apple.com/us/album/villir-hundar-single/
id684281116
Villir Hundar á youtube: youtu.be/__kcAJ_WlHA