Eitt ferðamannaflogfar hjá avstralska flogfelagnum Qantas noyddist fyrrapartin at neyðlenda í Manila í Filipsoyggjunum, tí hol kom á skrokkin Flogfarið var á veg úr London til Melbourne við 346 ferðafólkum, tá tað noyddist at neyðlenda.
Fólk, sum vóru í flogfarinum, siga við fjølmiðlarnar, at trýstið inni í flogfarinum minkaði brádliga, stutt eftir at flogfarið var farið úr Hongkong, har tað hevði millumlent.
Ein talsmaður hjá myndugleikunum í Filipsoyggjunum sigur við BBC, at holið var millum hálvan triðja og tríggjar metrar í tvørmát.
Men hann veit ikki, hví hol kom á flogfarið, sum er av slagnum Boeing 747-400.