Beint fyri klokkan átta í morgun fekk løgreglan boð um, at olja varð farin í náttúruna á Tvøroyri.
Tað er helst ikki hent í dag, men í tí nógva regninum í nátt, er oljan skolað á sjógv.
Løgreglan sigur, at mett verður, at talan er um einar 200 litrar av olju, sum eru farnir á sjógv.
Sløkkiliðið á Tvøroyri fekk boð um hendingina og fór undir upptakið, tey løgdu sperringar á sjógv og tað gekk ikki so leingi, so varð oljan tikin upp.
Løgreglan sigur, at tað er staðfest, at talan er um olju, sum er likin úr einum gomlum tanga, sum ikki er skiftur, og sum hol er komið á.